Molde, Noreg (Portalurin) - Venjaratoymi hjá KÍ, við millum annað tveimum Molde-legendum, hevur sett liðið til stóra dystin í kvøld, har KÍ kann spæla seg víðari til play-off umfarið í Champions League.
Molde er stórfavorittur, hóast KÍ-leiðslu frá fyrra dystinum. Føroyska felagið skal royna at gera nógv av somu tingunum, sum man hevur gjørt rætt í undanfarnu dystunum.
Til uppgávuna er teir somu ellivu valdir, sum byrjaðu á Tórsvølli og í útidystinum móti Häcken.
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Claes Phillip Kronberg - Luc Kassi
Síðani hevur KÍ spælarar sum Børga Petersen, Patrick Da Silva, Hall Hansson, Mads Boe Mikkelsen, Silvert Gussiås og Jonn Johannessen at seta inn.
Páll Andrasson Klettskarð er eisini á listanum, men fóturin hevur tað ikki alt ov gott eftir ein hálvleik í Sarpugerði fríggjakvøldið, og áleyparin fær allarhelst ikki spælt í kvøld.
Páll Andrasson Klettskarð saman við hjálparvenjara, Sjúrður Jacobsen á vøllinum fyri løtu síðani.
G.G: KÍ spælir í dag í grønum og svørtum
UEFA Champions League 3. umfar, seinni dystur
Í dag, týsdagin 15.08 kl. 18
Molde FK - KÍ (1-2)
Sjónvarp: KVF
Frásøgn: FM1
Fylg annars við á Portalinum.
Sí eisini:
Daniel Berg Hestad: - Hava víst at vit kunnu vinna á næstan øllum
Fjeppari: - Tað er eyka stuttligt beint nú
Myndir: KÍ-fjepparar mynda býin
Fótbóltur
Somu ellivu sum á Tórsvølli
Venjaratoymi hjá KÍ nýtir somu uppskrift í Molde. Páll Klettskarð er á listanum, men sum skilst er áleyparin ikki nóg birgur til at spæla.
Hesir ellivu byrja fyri KÍ í kvøld - tað hava teir eisini gjørt tveir teir seinastu evropeisku dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)
2023-08-15 17:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald