Fótbóltur

Sonn málveitsla á Svangaskarði

NSÍ og Hibernian syrgdu fyri undirhaldi á Toftum í kvøld. Heili tíggju mál vórðu skotin, har Klæmint Olsen fekk hattrick.

Klæmint A. Olsen, ið her eygleiðir nærdystin hjá Fróða Benjaminsen við ein skota, skoraði hattrick á Svangakarði í kvøld
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Klæmint A. Olsen, ið her eygleiðir nærdystin hjá Fróða Benjaminsen við ein skota, skoraði hattrick á Svangakarði í kvøld (Mynd: Jens Kr.Vang)

2018-07-19 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uppgerðin var avgjørd áðrenn, men NSÍ fór út úr Evropa League við einum brakið. Runavíkingar skoraðu heili fýra mál ímóti skotska Hibernian, ið hinvegin skoraði seks ferðir.

NSÍ gjørdu sítt til at reisa seg frá 6-1 ósigrinum seinast, og í royndini at skaffa føroyskum fótbólti týdningamikil stig í evropeiskum fótbólti. Heimaliðið legði út sum eitt óløgi. Eftir seks minuttir var 2-0, har eitt var sjálvmál, og Klæmint A. Olsen fekk eitt. Hibernian svaraði tó væl aftur, og tíggju minuttir seinni var 2-2.

Tíggju minuttir fyri hálvleik kom Klæmint aftur á máltalvuna, men aftur hesaferð var javnleikur tíggju minuttir seinni, tá liðini fóru til hálvleiks. Málveistlan helt á í 2.hálvleiki. Fyrst gjørdist tað 3-4, áðrenn Klæmint fullførdi sítt hattrick  ímóti fyrrverandi Liverpool-málverjanum, Adam Bogdan. Hibernian fekk tó avgjørt dystin við tveimum málum frá Stephen Mallan. Harvið lat ungi Eli Joensen seks mál inn; eins og Tórður Thomsen gjørdi í Edinburgh. Og tað endaði 12-5 samanlagt.

Hattriki hjá Klæmint er tað næsta hjá einum føroyskum leikara í evropeiskum fótbólti. Hitt varð eisini skorað á Svangaskarði. Tað gjørdi Olgar Danielsen í 1995 í 3-2 sigrinum hja KÍ á Maccabi Haifa.

Hibernian fer víðari, og teirra mongu áskoðarar úr Skotlandi kundu fegnast í kvøld. 

Hjá NSÍ vóru millum annað Jóhan Troest Davidsen og Árni Frederiksberg  ikki á vøllinum, og trýmáls skjúttin varð tikin út, tá eitt korter var eftir. Nú er fult fokus á betri-deildini, har NSÍ skal kappast um at røkka Evropa-plássið aftur.  


NSÍ - Hibernian 4-6(3-3) 5-12 samanlagt

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder