Hondbóltur

Sonni Larsen fær átalu frá HSF

Venjarin hjá H71 úttalaði seg um dømingina eftir dystin seinasta vikuskifti. Nú hevur Dómaranevndin hjá HSF gjørt sína niðurstøðu.

Sonni Larsen gjørdi greitt vart við sína ónøgd eftir dystin ímóti Neistanum sunnudagin
(Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Larsen gjørdi greitt vart við sína ónøgd eftir dystin ímóti Neistanum sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-25 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at Neistin fekk hálað ein javnleik heim í Hoyvíkshøllini sunnudagin, var Sonni Larsen alt annað enn nøgdur við dømingina. Í samrøðu við FM1 segði danski venjarin hjá hoyvíkingum, at dómaraparið ikki hevði støði til at døma ein slíkan toppdyst. Venjarin kallaði dómararnir "elendigar", og vildi vera við at teir ikki hildu linjuna í dømingini og at teir harvið vóru við at opna og koppa dystinum.

Dómaranevndin hjá HSF kom fram til, at Sonni Larsen skal hava eina átalu, og mæt verðurfelagnum til at taka málið upp innanhýsis. H71-venjarin sleppur tó undan leikbannið, men við in.fo sigur Ári Rouch frá Hondbóltssambandi Føroya: 

- Útsagnirnar eru á markinum fyri hvat ein kann loyva sær, og H71 eigur at taka hetta sum eina greiða ávaring.

Í dag legði Hondbóltssambandið eina frágreiðing frá Dómaranevndini út á heimasíðu sína, har tað júst stendur, at meira ikki verður gjørt við málið, men at H71 hevur fingið boð um at hetta ikki skal endurtaka seg. Har stendur millum annað eisini hetta: 

- HSF ynskir at heita á venjarar, leikarar og onnur avvarðandi um at kenna sær hógv eftir dystir, millum annað tá ið tey verða biðin um at úttala seg til fjølmiðlar.

Les alla kunningina her


 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder