Seinasti leikdagur. AB móti EB/Streymi og argjamenn skulu hava stig fyri at bjarga sær í deildini. Hetta ljóðar ikki heilt ókent, tí fyri tveimum árum síðani fóru argjamenn til Eiðis við kravinum um tað sama. Tá skuldi AB vinna, samstundis sum 07 Vestur ikki fekk fult í Trongisvági.
AB er í sera líknandi støðu í dag. Argjamenn spæla móti EB/Streymi, á heimavølli hesuferð, og eru kroystir. Stigatalið er tað sama sum tað hjá Skála, men málmunurin hjá teimum appelsinlittu er sjey mál betri, so AB skal hava eitt betri úrslit enn Skála í dag, og Skála spælir í Trongisvági.
Tað er Sorin Anghel, sum seinastu mánaðirnar hevur staðið á odda fyri bjargingarætlanini á Skála, sum hevur lyft liðið uppum AB á stigatalvuni. Javnleikurin móti EB/Streymi sunnudagin, við brotssparksmáli í seinasta minutti, ger at Skála nú hevur fyrimunin. Venjarin hjá Skála var í 2018 venjari hjá AB. Nu kann hann senda felagið, sum hann byrjaði 2020 hjá, niður.
EB/Streymur og TB spæla eln týdningarmiklan leiklut í avgerandi løtunum í botnstríðnum, hóast tey einki hava at spæla fyri í dag - EB/Streymur kappast tó við ÍF um 6. plássið. Tað kann gerast sera dramatiskt á Argjum og við Stóra í dag, nú 9. plássið er uppá spæl.
Vit fylgja báðum dystunum tætt og hava ymiskt tilfar av Argjum.
Betrideildin 27. umfar
27. umfar - 07.11
KÍ - HB
B36 - NSÍ
Víkingur - ÍF
AB - EB/Streymur
TB - Skála
Allir dystirnir byrja klokkan 14
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. HB (68 stig)
2. KÍ (61 stig)
3. NSÍ (60 stig)
4. B36 (59 stig)
5. Víkingur (44 stig)
6. ÍF (26 stig)
7. EB/Streymur (24 stig)
8. TB (15 stig)
9. Skála (7 stig)
10. AB (7 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald