Hondbóltur

Sorl á Hálsi

Donsku kvinnurnar vóru fullkomiliga eirindadaleysar og vunnu við tjúgu málum. Klassamunur var, men Føroyar fingu sítt álopsspæl betri at koyra eftir steðgin.

Danmark hevði fult tamarhald á Føroyum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Danmark hevði fult tamarhald á Føroyum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-10 17:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At tað er ógvuliga stórur munur á donskum og føroyskum hondbólti er helst eingin ivi um. Um tað yvirhøvur var tað, so er tað ruddiliga staðfest í Høllini á Hálsi - í øllum førum at danska kvinnulandsliðið er nógv betri enn tað føroyska; júst tjúgu mál á degnum.

Tað gingu yvir ellivu minuttir til Føroyar skoraðu eitt mál. Tað gingu næstan tjúgu minuttir, til Føroyar skoraðu í "opnum spæli", meðan Danmark var í yvirtali. Bert fimm ferðir í fyrra hálvleiki fór bólturin framvið Sandru Toft. Tað var ein risastórur trupulleiki at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá Danmark, ið var ógvuliga stinn í fyrra hálvleiki og var ágangandi og við nógvari hugsavnan. Sterki og høgi miðblokkurin gjørdi so at siga ómøguligt at fáa nøkur hoppiskot, tó at Turið Arge Samuelsen, sum í løtum spældi í bakketuni, skoraði tvey sera góð slík. Tað var eydnaðist eisini ógvuliga sjálvdan at koma á kant, og tá tær føroysku komu til skot, so var ein av heimsins allarbestu málverjum ofta fyri. Serliga stongdi Sandra Toft so at siga, tá skot komu frá vonginum.

Í 2. hálvleiki gekst væl betri at skora, men Danmark vísti ikki nógva náði, og hóast fleiri broytingar í mun til í 1. hálvleiki, so skoraði útiliðið fleiri mál enn í fyrra. Nakrar ferðir gjøgnum dystin fekk føroyska verjan staðið ímóti, og Annika Fríðheim Petersen hevði níggju bjargingar, men Danmark spældi við ferð, styrki og góðsku og tað er sigandi, at allir útispælararnir fingu mál. 

Samanumtikið var klassamunir. Føroyska spælið var til tíðir merkt av nógvum tekniskum villum og feilmetinumg, men glottar vóru at hóma - serliga í fleiri av álopinum í 2. hálvleiki, har millum annað Turið Arge Samuelsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg høvdu góðar atgerðir, 17-ára gamla Jana Mittún hevði tvey flott gjøgnumbrotsmál og Lív Poulsen kom inn og skoraði tvær ferðir av vonginum. Føroyar misnýttu tvey brotsskøst - Maria Halsdóttir Weyhe og Súna Krossteig Hansen hvør sítt, men Maria lobbaði frekt ta fyrsta av slagnum, og Súna skoraði tvey trygt og gjørdist føroyskur toppskjútti. 

Føroyar spælir aftur í mars, tá 3. og 4. umfar í bólkinum er á skránni. Tá verður talan um heimadyst og útidyst móti Eysturríki.

Undankapping til EM 2022
Høllin á Hálsi 10.10
Føroyar - Danmark 19-39 (5-18)

Dystargonngdin:
 
5 min: 0-3
10 min: 0-5
15 min: 2-8
20 min: 3-11
25 min: 4-15

35 min: 7-20 
40 min: 9-24
45 min: 11-28
50 min: 14-33
55 min: 15-36

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Súna Krossteig Hansen 4 (2)
Turið Arge Samuelsen 3
Marianna Geirsdóttir Eystberg 3
Jana Mittún 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Maria Halsdóttir Weyhe 2 (2)
Pernille Brandenborg 1
Bjarta Osberg Johansen 1

Toppskjútti hjá Danmark: 
Anne Mette Hansen 6 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder