Tað verður satt finalubrak hjá flogbóltinum um páskirnar. Stórhøllin á Hálsi verður Skríshósdag, 1. apríl, og leygardagin 3. apríl karmur um FM-finalurnar hjá kvinnum og monnum
Tað eru liðini, ið endaðu á teimum báðum ovastu plássunum í Meistaradeildunum, sum skulu spæla um gullið. Talan er um somu lið, sum spældu sera spennandi steypafinalurnar, ið hittast aftur á Hálsi. Báðar finalurnar endaðu 3-2.
Hjá kvinnunum spæla SÍ og Dráttur - hjá monnunum eru tað Mjølnir og ÍF.
Flogbóltssamband Føroya boðar frá, at FM-finalurnar eru skipaðar soleiðis, at leiktir verða tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst, og tað er líka mikið hvussu settúrslitini eru, verður leikt eitt avgerandi Gullsett beint eftir seinna dystin. Hetta settið er upp í 15
Skráin fyri FM-finalurnar.
Skírhósdag 1. apríl
Meistaradeild kvinnur: Dráttur - SÍ kl. 15.00
Meistaradeild menn: ÍF – Mjølnir kl. 18.00
Leygardag 3. apríl
Meistaradeild kvinnur: SÍ - Dráttur kl. 15.00
Meistaradeild menn: Mjølnir - ÍF kl. 18.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald