placeholder
Fótbóltur

Spæla fyri ávikavist 8. og 7. steypagullinum

Og vinnarin í kvøld so at siga tryggjar í minsta lagi 2. umfar í Conference League og 3,9 milliónir brutto næsta ár. KÍ og Víkingur hittast í endurtøku frá í fjør klokkan 19 - fylgið við á FM1 og Portalinum.

KÍ og Víkingur vóru jøvn í steypagullum áðrenn finaluna í fjør. Dysturin í kvøld kann fáa stóran týdning fyri 2027 eisini (Mynd: Jens Kr. Vang=

KÍ og Víkingur vóru jøvn í steypagullum áðrenn finaluna í fjør. Dysturin í kvøld kann fáa stóran týdning fyri 2027 eisini (Mynd: Jens Kr. Vang=

2026-09-05 08:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði feløgini høvdu seks steypagull undan finaluni í fjør, sum endaði við KÍ-sigri.

Harvið hevur KÍ nú sjey ferðir vunnið steypakappingina hjá monnum. Tað er, saman við B36, næstflest. HB er greitt nummar eitt við 30 finalusigrum.

Man kann tó væl siga, at tey í Gøtu, ella tey í núverandi Eysturkommunu, eiga næstflest gull: GÍ vann seks steypagull, og síðani GÍ og Víkingur løgdu saman, er talið tvífalda í økinum.

Steypavinnarar samanlagt - topp fimm
30 – HB
7 – B36
7 – KÍ
6 – GÍ
6 – Víkingur

Kelda: FSF

Í kvøld kann Víkingur koma undir liðuna á KÍ og B36 aftur, men tað eru verandi greipuvinnararnir, ið eru favorittar. KÍ hevur ikki tapt fyri Víkingi síðani mitt í 2024 (í sjey dystum), og Víkingur hevur í vikuni selt størsta profilin í ár: Aron Benjaminsen.

Tað er ikki tí, at gongdin hjá KÍ hevur verið super seinastu mánaðirnar, men á pappírinum hevur Magnus Powell fleiri streingir at spæla uppá og fleiri royndir á liðnum. Tó at millum annað liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen enn situr uttanfyri.

Fótbóltsskýlið: Størri trýst á KÍ - steypafinalan er eisini nakað serligt í september

Spenningurin í finaluni í fjør millum liðini var har til 91' minutti, tá Páll Andrasson Klettskarð skoraði til 2-0. Men tá hevði KÍ gott tamarhald á størsta partin av dystinum. Tá var tættari millum liðini á Tórsvølli í 2022 (Víkingur vann við brotssparki seint) og serliga í 2016 (KÍ vann eftir brotssparkskapping)

Sí eisini: Fjórðu ferð at KÍ og Víkingur spæla steypafinalu

Innanhýsis uppgerðirnar millum KÍ og Víking hava ofta eyka inntensitet. Dysturin kann hava stóran týdning sinnisliga fyri restina av árinum. Ítøkiliga er tað eitt steyp í størsta einstaka dystinum á árinum og heiðurin, sum fylgir við tí, og so er tað Evropa og milliónirnar:

Vinnarin í kvøld tryggjar sær eitt pláss í Conference League í 2027. Sum bolt.fo skrivaði í vikuni, er tað mest sannlíkt, at steypavinnarin eins og undanfarin ár kemur beinleiðis í 2. umfar í Conference League. Hetta kann hava við sær betri møguleikar, og tað gevur eisini 3,9 milliónir brutto. Tað er ein og ein hálv millión meira, enn man er vísur í, tá byrjað verður í 1. umfari.

Harvið er týdningurin av steypafinaluni stórur: Víkingur liggur í løtuni á 5. plássi í Meistaradeildini, uttanfyri evropeiskt pláss, og hevur júst fingið eitt stig í tveimum heimadystum móti beinleiðis kappingarneytunum. KÍ er trý stig frá NSÍ og 1. plássinum, og um tað ikki eydnast at vinna FM og harvið koma í Champions League, er 2. umfar í Confernce League næsta ár plástur á sárið.

Finalan um Løgmanssteypið 2026
Leygardagin 5. september á Tórsvølli
19.00: Víkingur - KÍ 

Fylgið við steypafinaluni á FM1 og Portalinum
Vit hava upptakt klokkan 18 á FM, og síðani er dystarfrásøgn. Livescore er á Portalinum og aftaná verða samrøður á báðum pallum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder