Fótbóltur

Spæla móti Malta fyri fimtu ferð síðani 7. september 2018

Triðja árið á rað skal føroyska A-landsliðið hjá monnum spæla tveir dystir móti maltesum. Seinastu tvey árini hava Føroyar vunnið tvær ferðir á heimavølli móti Malta og samanlagt hevur talan verið um fýra heimsigrar av fýra møguligum.

Hallur Hansson er nýggjur liðformaður hjá Føroyum. Hann hevur fimm ferðir spælt móti Malta og hevur skorað eitt mál - her í nærdysti við kvikva Joesph Mbong í 1-0 sigrinum á Tòrsvølli í fjør (Mynd: Jens kr. Vang)

Hallur Hansson er nýggjur liðformaður hjá Føroyum. Hann hevur fimm ferðir spælt móti Malta og hevur skorað eitt mál - her í nærdysti við kvikva Joesph Mbong í 1-0 sigrinum á Tòrsvølli í fjør (Mynd: Jens kr. Vang)

2020-09-03 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Her er eitt yvirlit yvir gongdina móti Malta - einum landi ið Føroya spæla óvanliga ofta ímóti. Portalurin hevur verið við til teir fýra dystirnar seinastu tvey árini.

Góða byrjanin
Tað er 7. september 2018. Tað er tjúkkur mjørki yvir Tórsvølli, men tað hongur eisini ein dámur av spenningini yvir tjóðarleikvøllinum. Føroyar skulu spæla sín fyrsta Nations League-dyst nakrantíð, og í høvuðsheitinum eru vónirnar til landsliðið góðar. Malta verður ikki mett at verða eitt sterkt mótsstøðulið, í mun til so nógv onnur, og Føroyar vinna eisini trygt og uppiborið. 

UEFA Nations League, deild D, bólkur C - 1. umfar 
Tórsvøllur, 07/09 2018
Føroyar – Malta 3-1(2-1)
31' Jóan Símun Edmundsson 1-0
38' René Shaki Joensen 2-0
42' Micheal Mifsud 2-1
52' Hallur Hansson 3-1

Sera góð føroysk byrjan í Nations League
Myndir frá dystinum, ið varð spældir frammanfyri fullsettum Tórsvølli og í nógvum mjørka
Sí hæddarpunktini her
Sí her samrøðu við René Shaki, ið skoraði sítt fyrsta landsliðsmáli yvirhøvur


Ein tamur endi

Nations League gekk ikki sum ætlað hjá føroyska liðnum. Beint yvir tveir mánaðir seinni skal punktum setast á Malta, og ímillum dystin á Tórsvølli og hendan hava Føroyar fingið eitt stig í fýra dystum - tveir móti Kosovo og tveir móti Aserbadjan. Har eru sera nógvir føroyingar á Ta' Qali leikvøllinum hetta kvøldið, men fyriuttan tvey skjót mál, er ikki nógv undirhald. Føroyar tryggja sær tó triðja plássið í bólkinum, ið er umráðandi í mun til lutakastið til komandi undankapping, og René Shaki Joensen, ið er skaddur nú, skorar sítt triðja mál í fimm dystum hetta heystið.

Nations League, deild D, bólkur C - 6. umfar
Ta’ Qali National Stadium, 20/11 2018 
Malta - Føroyar 1-1 (1-1)
3' René Shaki Joensen 0-1
4' Juan Corbolan 1-1 

Javnleikur á Malta
Myndir frá dystinum
Jóanes Jakobsen: Ikki heilt nøgdir við hesa kappingina

Stóri niðurtúrurin
Nøsin varð sett upp ímóti einari góðari byrjan í EM-undankappingini, men eftir fýra heilar dagar við fyrireiking á oynni í Miðjarahavinum er lítið jaligt at síggja við føroyskum brillum hetta leygarkvøldið. Malta er meira ágangandi og vinnur fyri aðru ferð ein dyst ímóti Føroyum á Ta' Qali - hin var ein venjingardystur í 2013 har Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson skoraðu føroysku málini. Jákup Thomsen, ið ikki langt aftaná tíverri gjørdist langtíðarskaddur, skorar sítt fyrsta landsliðsmál hetta, men talan er um eitt troystarmál. Eins í dystinum í november, og eins og tað verður í kvøld, eru Føroyar uttan Jóan Símun Edmundsson.


EM-undankapping – 1.umfar
Ta' Qali National Stadium, 23/03 2019
Malta – Føroyar 2-1 (1-0)
13' Kyrian Nwoko 1-0 
77' Steve Borg (br.) 2-0
90' Jákup Thomsen 2-1 
Reytt kort: Andre Aigus (60') - Brandur Hendriksson brennur brotsspark í støðuni beint aftaná

Ógvusligur føroyskur niðurtúrur á Malta
Myndir: Malta - Føroyar
Lars Olsen: Vit koma ov seint í gongd


Eitt virðuligt punktum
Í seinasta heimadystinum hjá Lars Olsen og Atla Gregersen vinna Føroyar uppiborið 1-0 eftir ein góðan 2. hálvleik og enn eitt Rógva Baldvinsson mál móti Malta. Rógvi er skaddur nú, Atli leiddi Føroyar út til tveir dystir afturat, og Lars Olsen fór í mánaðinum eftir hetta av brúnni eftir átta ár - hetta kvøldið á Tórsvølli kom EM-vinnarin upp á metið fyri flest skrásettar dystir sum føroyskur landsliðsvenjari og tók metið fyri sigrar. Talan var um einastu stigini í hesari undankappingini


EM-undankapping, bólkur F – 8.umfar
Tórsvøllur, 15/10 2019
Føroyar – Malta 1-0 (0-0)
70' Rógvi Baldvinsson 1-0

So bragdaði hjá Føroyum
Myndir: Ovurfegnir leikarar eftir fyrsta sigurin í undankappingini
Átta landsliðssamrøður uppá tveir minuttir


Hinir fýra dystirnir móti Malta:

1997 - HM-undankapping: 
Malta - Føroyar 1-2
Føroyar -Malta 2-1

2004 - Vinardystur :
Føroyar - Malta 3-2

2013 - Vinardystur: 
Malta - Føroyar 3-2 

Samanlagt: Fimm sigrar til Føroyar, tveir til Malta og ein javnleikur

Samanumtikið hava Føroyar gott tak á Malta - serliga á heimavølli - og í kvøld skulu Håkan Ericson og hansara menn royna at gera tað til fimm útav fimm sigrum, tá teir reyðkløddu av lítlu oynni í Miðjarahavinum vitjað. Teir eru ikki í dystarvenjing, og Føroyar er á pappírinum rímiliga greiður favorittur.

Les eisini: Malta í øðrvísi útgavu

Føroyar og Malta spæla í 1. umfari í Nations League í kvøld. Dysturin byrjar 19.45, og Portalurin verður til staðar.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder