Fótbóltur

Spæla leygarkvøldið móti Litava

Tað er stutt ímillum landsdystirnar í løtuni. Leygardagin klokkan 17 byrjar dysturin millum tey bæði liðini í bólkinum, sum hava tapt í teimum báðum fyrstu umførunum.

Føroyar taptu 1-0 fyri Luksemborg á Tórsvølli í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar taptu 1-0 fyri Luksemborg á Tórsvølli í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-08 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði við teprum heimaósigri móti Luksemborg í gjárkvøldið. Harvið hava Føroyar einki stig og málúrttøkuna 0-5 eftir teir báðar fyrstu dystirnar í bólki A í deild C í Nations League.

Litava hevur heldur einki stig eftir tvey umfør. Leygardagin endaði tað 0-2, tá Luksemborg vitjaði í Litava, og í gjár vann Turkaland heili 6-0 har.

Harvið eru tað tvey lið, ið skulu sleikja sárini og so annars fyrireika seg so væl sum møguligt til lyklauppgerð næstu dagarnar. Helst síggja bæði føroyingar og litavar nú góðan møguleika at fáa stig.

Tað er stutt ímillum landsdystirnar her fyrst í juni. Hesuferð fáa liðini tó ein "eyka dag", í mun til ímillum dyst eitt og tvey og í mun til gloppið millum teir báðu næstu dagarnar - Føroyar spæla longu aftur móti Luksemborg týsdagin. 

Spælt verður á Tórsvølli, har fyrsta bríksl er klokkan 17. 

Føroyar eru fjúrtan pláss frammanfyri Litava á FIFA-styrkislistanum. René Shaki Joensen og Sølvi Vatnhamar hava leikbann til dystin, orsakað av útvísingunum teir fingu í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder