
Fýra dagar eftir avgerandi HM undankappingardystin á útivølli móti Kroatia, skal føroyska manslandsliðið á vøllin aftur, og tá verður eisini endaligt punktum sett fyri fótbóltsárinum 2025.
Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari, í samband við at seinasta mótistøðuliðið hjá vælspælandi manslandsliðnum í 2025 er kunngjørt.
Føroyar skulu sambært sjónvarpsavtalu spæla tíggju dystir hvørt ár. Arbeitt hevur í eina tíð við at finna tann rætta dystin í november, tá HM-undankappingin er av.
Sum skilst vóru ikki nógv UEFA-lond eftir á listanum, og møguleikar vóru fyri ymiskum eksotiskum.
Tað endaði tó við, at ein avtala kom í lag við fótbóltssambandið í Kasakstan. Hetta um at liðini spæla venjingardyst í Kroatia týsdagin 18. november.
Føroyar eru í ógvuliga góðari gongd í løtuni - her leggur Meinhard Egilsson Olsen upp til Martin Agnarsson, og so er 2-1 móti Kekkia (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta hóskar serliga Føroyum væl, tí at føroyingar skulu royna at knógva Kroatia fyri at halda lív í HM-dreyminum fýra dagar frammanundan.
Teir hjá Kasakstan skulu ferðast úr heimlandinum, har teir 15. november taka ímóti Belgia í sínum seinast undandysti í ár.
FSF upplýsir, at venjingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður á Aldo Drosina Stadion í Pula í Kroatia týsdagin 18. novembur klokkan 17:00 føroyska tíð. Talan er um eitt lið, sum Føroyar á pappírinum hevur góðan møguleika ímóti:
- Føroyska manslandsliðið hevur fýra ferðir áður møtt Kasakstan. Í 2003 vóru tveir venjingardystir á skránni, sum báðir endaðu við sigri til Føroyar, og í undankappingini til HM 2014 møttu vit teimum aftur. Kasakar vunnu 2-1 á heimavølli, meðan Hallur Hansson syrgdi fyri, at dysturin á Tórsvølli endaði 1-1, skrivar fsf.fo.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Kasakstan nummar 118. Føroyar eru í løtuni nummar 136 av teimum 211 londunum, sum eru á listanum. Tó fara føroyingar at taka eitt stórt lop, tá lisitn næstuferð verður dagførdur. Hetta vegna flottu sigrarnir á Montenegr og Kekkia á Tòrsvølli í júst farnu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald