Fyri lítlari løtu síðani varð tað kunngjørt á uefa.com, hvussu byrjanaruppstillingin verður til dystin, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 19.45.
Sambært taktisku uppstillingini skifta Føroyar leikskipan í mun til dystin leygarkvøldið, og ein broyting er í mun til manning: Heini Vatnsdal kemur inn á liðið fyri leikbannaða René Shaki Joensen, og allir hinir fáa afturval.
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson
Hetta verður fyrstu ferð, at Føroyar spæla við trimum miðverjum - um hetta væl at merkja heldur - undir Håkani Ericson. Hetta er helst fyri at vera í betri støðu til at verja ímóti innleggum, teimum báðum áleyparunum hjá Skotlandi, og so at miðverjarnir kunnu renna betri út í økini at verja. Eisini bendir hetta á, at Føroyar vilja hava bóltin longri á liðnum og byggja upp við stuttum alveringum har afturi frá.
Les eisini: Håkan: - Skulu hava bóltin meira og flyta hann betri
Á bonkinum: Gunnar Nielsen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Klæmint Andrasson Olsen, Hørður Askham, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, John Frederiksen og Hannes Agnarsson.
Les eisini:
Stóri spurningurin er um plássið í høgru síðu á miðvøllinum
Hava tvær ferð fingið stig á heimavølli móti Skotlandi
Fótbóltur
Spæla við trimum miðverjum móti Skotlandi
Heini Vatnsdal kemur inn á liðið fyri leikbannaða René Shaki Joensen, og Hallur Hansson verður í høgru síðu í einari 3-4-3/5-4-1 leikskipan.
Heini Vatnsdal stendur sum ein av miðverjunum, sambært taktisku uppstillingini á uefa.com - her í dysti móti Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)
2021-10-12 18:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald