Tað verða helst ikki gjørdar nógvar broytingar í byrjanaruppstillingini hjá A-landsliðnum, í mun til dystin leygarkvøldið móti Eysturríki, ið var hendan:
Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson
Á tíðindafundinum í gjár segði Håkan Ericson, at hann var vælnøgdur við orkuna, ið føroyska liðið fekk lagt í dystin móti Eysturríki, og at fysisku tølini eisini vóru heilt góð.
Les eisini:
Skulu hava bóltin meira og flyta hann betri
Fyriuttan Odmar Færø, ið fór út haltandi leygarkvøldið, so tykist tað ikki sum, at nakar leikari er darvaður av nøkrum - Odmar vandi eisini við í gjár. Hallur Hansson spældi 90 minuttir fyri fyrstu ferð í ein mánað, men tað er lítið, sum bendir á, at liðformaðurin ikki verður við frá byrjan nú tríggjar dagar seinni, og tað er sum skilst ein møguleiki fyri, at Hallur fer at hava útgangspunkt á høgra kanti á miðvøllinum, og at ein annar leikari verður sentralt saman við Gunnari Vatnhamar og Brandi Hendrikssyni Olsen.
Håkan Ericson avdúkaði í gjár, at Sølvi Vatnhamar ikki er tøkur (Mynd: Sverri Egholm)
Stóra spurnartekini er júst plássið á høgra vongi. René Shaki Joensen, ið spældi plássið móti Ísrael, hevur leikbann, og Sølvi Vatnhamar kann ikki byrja inni, sambært landsliðsvenjaranum. Tað tykist sannlíkt, at teir tíggju sum byrjaðu leygarkvøldið sum eru tøkir, fáa endurval.
Hvørjir kunnu so koma inn á plássið, sum René Shaki røkti móti Eysturríki?
Um tað eru nýggir mans, sum skulu inn á plássið, so eru Hannes Agnarsson og Jóannes Bjartalíð møguleikar. Teir báðir komu inn í hópin orsakað av avboðum og vórðu skiftir inn leygarkvøldið. Hannes kom inn fyri René og hevði nakrar góðar atgerðir, men at 22-ára gamli leikarin er ætlaður sum møguligur innskiftari aftur hesuferð er helst eingin ivi um tað. Bjartalíð er meira upplagdur sum ein, ið kann byrja í høgru síðu, har hann er vanur at spæla.
Sølvi Vatnhamar er darvaður av vøddaskaða (Mynd: Sverri Egholm)
Hannes Agnarsson kom inn á høgra kant leygarkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Møguleiki er eisini at koyra leikara á annað pláss, og síðani flyta ein út á høgra kant. Jóan Símun Edmundsson hevur spælt hetta plássið fyrr á landsliðnum og í feløgum sínum. Í so fall hevði Klæmint Andrasson Olsen verð fremsti maður, men í mun til uppgávuna sum høgri kanturin fær í kvøld, hóskar tað kanska ikki heilt til Jóan Símun. Ein annar møguleiki er at flyta Gilla Rólantsson Sørensen fram og Jóannes Kalsø Danielsen á bakkinum, men tað mest sannlíka útfrá upplýsiginunum hjá in.fo er, at Heini Vatnsdal kemur inn á liðið, og at Hallur fer út í høgru síðu.
Tað verður um áleið ein og hálvan tíma, at tað verður greitt, hvussu føroyska liðið sær út.
Sí eisini:
Hava tvær ferð fingið stig á heimavølli móti Skotlandi
Gilli: Skulu koyra við fullari skrúðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald