Kappróður

Spakin settur í til kappróðrarneystið í Norðragøtu

Tindur hevur verið í stórari menning seinastu árini, og í 2025 fær róðrarfelagið í Eysturkommunu betri umstøður.

yrsta byggistigið er at innilokað tvær hæddir, soleiðis at róðrarfelagið Tindur fær húsað bátum felagsins (Mynd: Eysturkommuna)

yrsta byggistigið er at innilokað tvær hæddir, soleiðis at róðrarfelagið Tindur fær húsað bátum felagsins (Mynd: Eysturkommuna)

2024-09-19 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappróður hevur ment seg til ein stóran ítrótt í Eysturkommunu, Tindur hevur fingið fleiri góð úrslit, og nú nærkast til rógvararnir fáa betri umstøður. 

Týsdagin, 17 september varð spakin settur í til nýggja kappróðrarneystið í Eysturkommunu. Harvið er verkætlanin, ið varð samtykt á býráðsfundi í mai í ár, av álvara sett í gongd.

Eysturkommuna skrivar, at heilt fitt av fólkið var møtt til løtuna í góðveðrinum. Tað var Per Martin Gregersen, borgarstjóri, ið loysti tað fyrsta flagið - hesaferð var tað úr gróti.

- Arbeiði at grava og stoypa, verða gjørt av Sp/f Form, ímeðan arbeiðið at byggja verður gjørt av Sp/f BMT.

Talan er um fleiri byggistig. Fyrsta byggistigið er at innilokað tvær hæddir, soleiðis at róðrarfelagið Tindur fær húsað bátum felagsins. Hetta verður eftir ætlan liðugt í summar. Restin av neystinum skal byggjast í komandi ár.

- Róðrarfelagið Tindur hevur tey seinastu árini ment seg nógv, og vil nýggja neystið geva felagnum betri møguleikar at mennast og vaksa seg enn størri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder