Hondbóltur

Spania nær við at blaka eitt trygt finalupláss burtur

Spaniólar høvdu gott tamarhald á Slovenia meginpartin av dystinum og komu í sína triðju EM-finalu á rað - tað varð tó spennandi seinastu minuttirnar.

Spanska liðið við nógvum royndum er aftur í EM-finaluni (Mynd: EPA)

Spanska liðið við nógvum royndum er aftur í EM-finaluni (Mynd: EPA)

2020-01-24 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir stóra dramaði í fyrru hálvfinaluni gjørdist tann seinna ørvísi. Væl fleiri mál og eitt lið ið var nakað omaná tað mesta av dystinum. "Bert" 60 minuttir vórðu leiktir, men her varð tað eisini spennandi ímóti endanum.  

Slovenia byrjaði nakað betri. Spania fekk ikki mál fyrstu fimm minuttirnar og spældi við heldur lítlari ferð. Tað gekk tó ikki long tíð, til spanska maskinan fór í gongd. Spaniólar spældu væl og effektivt, skoraðu ígjøgnum dystum frá øllum plássum, og fingu fleiri "løtt" kontramál". Skjótt bygdu teir eina leiðslu upp, og slovenar høvdu trupult við at fylgja við: Ov nógv grundleggjandi mistøk og ein verjupartur, ið annars hevur hingið sera væl saman í endaspælinum, sum í 25 minuttir lat 20 mál inn.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Tað gjørdist betri eftir steðgin, og Slovenia spældi góðan álopshondbólt. Munurin var tó fyri tað allarmesta á fýra ella trimum málum, og tað var ikki fyrrenn seinastu løtuna, at Slovenia fekk spenning í. Spania fór eitt gear niður, Slovenia vardi væl í einari 5-1 verju og helt fram at skora í hinum endnaum.  Støðan fór skjótt frá 32-27 til 33-32, og hevði tað ikki verið fyri Alex Dujshebaev, so høvdu slovenar kanska javna. Hann skoraði til málið til 33-30, og tá Spania onga alvering hevði eftir við 15 sekundum eftir smekkaði hann bóltin í málið til 34-32.

[object Object]
Dujshebaev skoraði seks mál í kvøld (Mynd: EPA)

Tríggjar EM-finalur á rað til Spania, og sunnudagin er møguleikin har fyri at vinna gull fyri aðru ferð á rað. Slovenia hevur havt eitt gott EM, og liðið hjá Ljubomir  Vranjes skal í annaðkvøld spæla ímóti Noreg um bronsuna. 

EM-hálvfinalur
24.januar - Tele2 Arena, Stokkhólm

Spania - Slovenia 34-24 (20-15)

Noreg - Kroatia 28-29 (23-23
e.v.l)

Les um dystinher

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder