Fótbóltur

Spaniólar spara

Tá liðið hjá Spania varð kunngjørt, gjørdist greitt at fleiri av størstu nøvunum byrja á bonkinum.

David De Gea verjir ikki málið hjá Spania í kvøld, eins og hann vanliga ger í undankappingardystum (Mynd: Jens Kr. Vang)

David De Gea verjir ikki málið hjá Spania í kvøld, eins og hann vanliga ger í undankappingardystum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-07 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um Spania undirmeta Føroyar, vilja spara til dystin móti Svøríki mánadagin, elll vilja geva nøkrum leikarum møguleika er ilt at siga, men nakrir av mesta týðandi leikarunum á liðnum á bonkinum í kvøld. Mest merkisvert er, at David De Gea ikki byrjar í málinum, at bakkarnir Carvajal og Alba úr ávíkavist Real Madrid og Barcelona sita á bonkinum, og at Segio Busquets ikki er at finna á miðjuni.

Hetta kann vera ein fyrimunir fyri Føroyar, men eisini ein vansi; nakrar av hesum leikarunum hava nógv at prógva, og leikarar sum Ramos, Santi Cazorla, Morata og Isco hava ikki lítið av royndum og dygdum.

Spania (4-3-3): 
Kepa Arrizabalaga - Jesus Navas, Sergio Ramos, Mario Hermoso, José Gaya - Sergi Roberto, Rodri, Santi Cazorla - Iago Aspas, Alvaro Morata, Isco

Føroyska liðið: Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson Sørensen  Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Heini Vatnsdal, Árni Frederiksberg - Hallur Hansson - Klæmint Andrasson Olsen.

Dysturin á Tórsvølli byrjar klokkan 19.45. Fylg við á Portalinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder