HB kunngjørdi í gjárkvøldið, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við danan Jonas Dal Andersen. Hetta kom eftir, at tað fyrr í vikuni gjørdist greitt, at venjarin í fjør, Jens Berthel Askou, gavst.
– Mær hevur altíð dámt væl Føroyar, og havi verið her fleiri ferðir. Tá hesin møguleikin brádliga kom, var eg ikki í iva í at hetta var rætta avbjóðingin fyri meg. Eg gleði meg eisini at sleppa út í Europa at royna meg. Harumframt helt familjan at tað kundi verið spennandi at roynt eitt slíkt ævintýr. So tað er nógv sum talaði fyri, tá hesin møguleikin kom, sigur Jonas Dal Andersen við heimasíðuna hjá HB.
Eg veit at HB altíð strembar eftir at vinna. Hetta er eitt felag við stórum ambitiónum. Tað merki eg, bæði tá eg tosi við fólk í felagnum, men eisini tá eg tosi við onnur, sum hava áhuga í føroyskum fótbólti. Her fer man eftir at vinna meistaraheitið hvørja ferð. Og tað vil eg eisini, sigur hann.
Jonas Dal Andersen sigur eisini, at hann fer eftir at spæla álopssinnaðan fótbólt, eins og HB gjørdi í fjør.
- Sjálvandi fari eg at gera nakrar taktiskar tillagingar, og fari at hyggja eftir hvar vit kunnu gerast enn betri. Men tit skulu vænta at síggja álopssinnaðan fótbólt, sigur Jonas at enda við heimasíðuna hjá HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald