Hondbóltur

Spennandi grannauppgerð á skránni á Hálsi

Kyndil tekur ímóti H71 í Okkara-deildini í kvøld.

Liðini hittust í dystinum um Lions-steypið fyri stuttum. Tá vunnu hoyvíkingar á teimum grønu
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Liðini hittust í dystinum um Lions-steypið fyri stuttum. Tá vunnu hoyvíkingar á teimum grønu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-25 14:06 Author image
Agnar Prestá

Í vikuskiftinum vórðu tveir dystir leiktir í Okkara-deildini. Leygarkvøldið vann VÍF greitt í Klaksvík, og sunnudagin basti StÍF kollfirðingum, ið vóru á vitjan á Skála.

Triðji dysturin í umfarinum er á skránni í kvøld. Hann verður leiktur í høvuðsstaðnum, har Kyndil og H71, steypavinnarin og føroyameistarin bresta saman.

Føroyameistarin tapti við tíggju málum í Kollafirði fyri lítlari viku síðani. Í dag spælir H71 sín næsta dyst í hesum kappingarárinum, og tað er helst eingin ivi um, at hoyvíkingar vilja koma á talvuna. 

Kyndil er ósigrað tveir teir fyrstu dystirnar. Úrtøkan er trý stig eftir ein stórsigur á Team Klaksvík á heimavølli og ein javnleik í Vestmanna. 

Liðini hittust í steypafinaluni í fjør, og har vann Kyndil. Men tá liðini spældu stórsteypadyst í Kollafirði fyri tveimum vikum síðani, var H71 omaná.

Lagt er upp til ein spenandi dyst í kvøld, har Kyndil kann koma uppá javnt við oddaliðið VÍF, og H71 leitar eftir sínum fyrstu stigum.

Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar klokkan 20.00. 

Støðan í Okkara-deildini: 

VÍF 5  - 3 dystir
Neistin 4 - 2 dystir
Kyndil 32 dystir
StÍF 2 - 2 dystir
KÍF 2 - 3 dystir
H71 01 dyst
Team Klaksvík - 3 dystir

placeholder
placeholder