Teir fóru úr ávikavist HB og B36 í vetur fyri at royna seg í donskum fótbólti, og Adrian Rúnason Justinussen og Mattias Lamhauge hava eisini fingið eina góða byrjan í teirra feløgunum og í næstbestu donsku deildini.
Adrian var við í nógvum málum í venjingardystunum - mál umframt upplegg - og skoraði í fyrsta kappingardystinum, sum var í síðstu viku. Talan var um eitt gott mál, og Hillerød fekk eitt dramatiskt og gott stig á útivølli móti Vendsyssel.
Sí málið og meira her: (Video): Adrian skoraði hegnisliga í Hjørring
Mattias fekk ein skaða í knæði í seinasta landsdystinum í fjør - Albania í november - men málverjin var aftur í februar og spældi tveir heilar venjingardystir. Í fyrsta almenna dystinum fyri Fredericia helt landsliðsmálverjin sítt mál, og Fredericia sigraði í Hobro.
Les meira: Mattias Lamhauge fekk góða byrjan í landskappingini
Eftir eitt ár við gjøgnumbroti á A-landsliðnum noyddist Mattias Lamhauge at takka fyri seg í 1. hálvleiki í Albania. Bárður á Reynatrøð avloysti, og báðir hildu nullið í javnleikinum (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er Mattias tøkur aftur og hevur fingið góða byrjan í næstbestu donsku deildini (Mynd: FC Fredericia)
Í kvøld eru tveir dystir á skránni í 1. Division, og báðir føroyingarnir skulu í eldin. Hillerød tekur ímóti grannunum og botnliðnum, FC Helsingør. Christian Lønstrup var venjari í Helsingør, tá liðið ógvuliga óvæntað flutti upp í 2017.
Nú stríðast Lønstrup og Hillerød fyri at koma upp á 6. pláss, sum merkir, at man er í uppflytingarspælinum teir seinastu mánaðirnar av kappingarárinum. Trý umfør resta í, og Hillreød hevur fýra stig upp.
Adrian Justinussen skal royna at byggja á góðu byrjanina - vongurin og hinir hava fyribils heimavøll í Farum; hjá FC Nordsjælland. Hetta er vegna tað, at umstøðurnar í Hillerød ikki eru nøktandi í løtuni. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.
Fredericia tekur ímóti AaB í fyrsta heimadystinum hjá Mattiasi Lamhague. Felagið úr Aalborg er stórt í donskum høpi og flutti í fjør niður í Superliguni.
Tað er nummar tvey, sum vitjar hjá nummar trý, og níggju stig skilja liðini. Fredericia skal royna at nærkast ovaru liðunum. Liðið hjá Mattiasi byrjaði seinnu hálvu við sigri - føroyski landsliðsmálverjin tykist eisini vera greitt fyrsta val.
Dysturin á Monjasa Park byrjar klokkan 18.30.
Báðir dystirnir kunnu síggjast á Viaplay
20. umfar í NordicBet-deildini
Fríggjadagin 01.03
17.30: FC Fredericia - AaB
18.00: Hillerød Fodbold - FC Helsingør
Rættað - upprunaliga stóð 18.30 og 19.00, sum er tann danska tíðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald