4.umfar í Okkara-deildini er á skránni í dag, og tríggir dystir verða leiktir:
Kl.16.00: KÍF - Kyndil
H71 - Neistin
Kl.17.00: Team Klaksvík - StÍF
Kappingin er sera jøvn higartil, har tað sær út til, at øll liðini kunnu vinna á øllum. Tað er bert Team Klaksvík, ið er dottið burturímillum fyrstu trý umførini.
Tað er kanska serliga í Hoyvík, at lagt er upp til spennandi dyst í dag. Neistin, ið er einasta liðið við fullum stigatali higartil, er á vitjan til grannauppgerð. Hesi liðini hittust í FM-finalunum í fjør, har tað koppaði til hoyvíkingar.
Í Kollafirði vitjar Kyndil. Bæði liðini vilja blanda seg ímillum oddaliðini, og teir grønu úr Havn eru helst lítlir favorittar í dag, hóast KÍF vann trygt seinast liðið spældi á heimavølli. Tað var ímóti føroyameistarunum úr Hoyvík.
StÍF skal royna at fáa øll stigini við úr Klaksvík. Strandingar og skálamenn komu á talvuna seinasst, meðan Team Klaksvík stríðist fyri at fáa síni fyrstu stig.
Okkara-deildin:
VÍF 5 (3 dystir)
Neistin 4 (2 dystir)
Kyndil 3 (3 dystir)
StÍF 2 (2 dystir)
KÍF 2 (3 dystir)
H71 2 (2 dystir)
Team Klaksvík 0 ( 3 dystir)
Hondbóltur
Spenningur í frá byrjan
Fyrstu ábendingarnar eru, at talan fer at verða um javna kapping. Fult umfar er í Okkara-deildini í dag.
2018-09-30 13:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald