placeholder
Fótbóltur

Spenningurin er á Argjum

Satt botnbrak er Inni í Vika - tveir aðrir dystir byrja klokkan 15.00.

AB skal royna at halda ÍF aftanfyri seg (Mynd: Jens Kr. Vang)

AB skal royna at halda ÍF aftanfyri seg (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-11 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinnur AB í dag liggur liðið sera væl fyri í botnstríðnum. Argjamenn vunnu sera góðan 1-0 sigur á Skála fyri viku síðani, tá Filip í Liða í yvirtíðini smekkaði bóltin í málið. Harvið trekti AB frá ÍF, ið hevur stórar trupulleikar við at fáa stig aðrastaðni enn á Eiði - fýra útav teimum fimm stigunum hjá liðnum í ár eru komin har. Nú skal AB royna at trekkja longur frá, meðan ÍF kann koma ájavnt - lagt er upp til ein spennandi og inntensan dyst, har týdningurin ikki kann undirmetast. Í 2. umfari vann AB 2-1, tá liðini hittust á Argjum; sigurin á Skála var tann fyrsti síðani tá.

[object Object]
(Seinast liðini hittust var AB omaná)

EB/Streymur er eisini blandað í stríðið um niðurflyting. Tað er framvegis púra óvist. um 07 Vestur megnar at enda í topp-trý í 1.deild, ið er kravið fyri at flyta upp. Um vágamenn megnað tað, so skal eitt lið niður, og so stendur tað ímillum ÍF, AB og EB/Streym. B36 eigur at vinna á formveika EB/Streymi; um liðið hjá Jákup á Borg skal gera sær vónir um at vinna FM, so skulu trý stig til í slíkum dysti. B36 er byrjað væl eftir summarsteðgin; fýra stig eru komin til høldar ímóti Víkingi og HB. Í 2. umfari vann B36 2-1 á Eiði.

Dysturin í Trongisvági er á pappírinum týdningarleysur. TB og Skála kunnu allarhelst hvørki verða íblandaði í stríðið um niðurflyting ella um evropeiskt pláss, so tað er 6. plássi og æran, ið stendur uppá spæl. TB hevur havt eitt gott kappingarár, og vann á Eiði fyri viku síðani. Skála skal reisa seg eftir vónbrotið ímóti AB. Í mars vann Skála 2-0, tá TB vitjaði.

Vit dagføra gongdina í dystunum og taka samanum aftaná. 

Sunnudagin 11.08: 

15.00:

AB-ÍF 

TB-Skála 

B36-EB/Streymur

19.00:

NSÍ-HB  

Fríggjakvøldið 9/8: 

KÍ-Víkingur 2-0 (0-0)
50'min Jóannes Bjartalíð 1-0
90'min Jóannes Bjartalíð 2-0
Les um dystin her

Støðan: 
1. KÍ (38 stig) 16 dystir
2. NSÍ (35 stig) 15 dystir
3. Víkingur (35 stig) 18 dystir
4. B36 (35 stig) 16 dystir
5. HB (34 stig) 17 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 16 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder