Fótbóltur

Staðfesting: Eingin fótbóltur í tvær vikur

FSF kunngerð nú, at tilráðingin frá heilsumyndugleikunum og ÍSF verður fylgd. Hetta merkir, at byrjanin av Betrideildini verður útsett, og helst verða eingir landsdystir leiktir í mars.

Fyrst varð avgjørt, at spælast skuldi uttan áskoðarar tvær tær fyrstu vikurnar. Nú er nýtt tilmæli komið, og nýggj avgerð er komin frá FSF (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyrst varð avgjørt, at spælast skuldi uttan áskoðarar tvær tær fyrstu vikurnar. Nú er nýtt tilmæli komið, og nýggj avgerð er komin frá FSF (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-12 13:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 – Vit fylgja ÍSF og heilsutilráðingunum, sum frámæla at dystir og kappingar verða fyriskipaðar komandi tvær vikurnar. Somuleiðis hava vit í FSF gjørt av at avlýsa allar landsliðs- og úrvalsvenjingar umframt venjaraskeið í tíðarskeiðnum. 

Hetta sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, í almennari fráboðan. Eftir nýggjastu tilráðingina frá heilsumyndugleikunum í morgun hevur FSF tikið avgerð um, at ongir dystir í kappingunum, fyriskipaðar av FSF, verða spældir næstu tvær vikurnar.

[object Object]
(Mynd: Bjarni Enghamar)

Hetta gongur útyvir fyrstu umførini í Betrideildini, sum eftir ætlan skuldu spælast uttan áskoðarar, og støðan viðvíkjandi hvussu deildin verður avgreidd, er óviss. Eisini steðgar 1. deild hjá monnum, ið fór í gongd í vikuskiftinum, og Betrideildin hjá kvinnum byrjar kortini ikki 22. mars.

Coronavirusi ávirkar meira og meira altjóða fótbólt. Eingin spanskur ella danskur fótbóltur verður komandi tvær vikurnar, UEFA umhugsar sínar kappingar, og FSF skrivar, at dystirnir hjá A-landsliðnum móti Danmark og Andorra seinast í mars, og U21 dystirnir móti Spania og Montenegro, verða helst eisini útsettir. 

- UEFA fyriskipar kappingarnar hjá okkara landsliðum, og tí er tað formelt UEFA, sum skal útseta hesar dystir. Vit hava tó verið í samband við UEFA og væntandi kemur nærri kunning frá teimum fyrst í komandi viku um ávirkanina, ið coronasmittan hevur á landsliðsfótbólt í Evropa, sigur FSF-forsetin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder