Í dag varð árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn.
Á skránni var millum annað val til starvsnevndina hjá FSF. Tríggir limir stóðu fyri vali hesaferð. Teir vóru Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen. Teir stillaðu allir uppaftur, og tríggir aðrir stillaðu upp ímóti teimum. Teir vóru Steinfinn Mittelstein, Jákup A. Olsen og Sonni L. Petersen.
In.fo skrivar, at Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen eru allir valdir aftur í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandinum.
Øll 18 feløg, uttan MB, høvdu tvær atkvøður í part. Hetta er tí at MB, sum ikki hevur ungdómsfótbólt. Talan var um eina atkvøðugreiðslu, har feløgini kundu seta upp til tríggjar krossar fyri hvørja atkvøðu, so til samans gjørdist tað 105 atkvøður. Kristmund, Jógvan Páll og Fróði vórðu rímiliga greitt afturvaldir. Soleiðis fullu atkvøðurnar:
Kristmund Johannessen 29
Jógvan Páll Joensen 27
Fróði Danielsen 21
Steinfinn Mittelstein 12
Sonni L. Petersen 10
Jákup A. Olsen 6
Odmar Selfoss, sum ikki stillaði upp til at starvsnevndina sjálva, og Jákup A. Olsen vórðu valdir til varalimir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald