Hondbóltur

Starvsnevndin í Hondbóltssambandinum heldur fram

Jógvan Emil Nielsen, Heini Ellingsgaard, Kristian Østergaard og Høgni Vilhelmsen vórðu allir afturvaldir á aðalfundinum í Vestmanna.

Gunn Ellefsen greiðir her frá undir vitjanini hjá Kongshjúnunum við Tjarnir í síðstu viku. Hon hevur verið forkvinna í HSF í níggju ár - Jákup Emil Nielsen, ið gongur aftanfyri hana, heldur fram sum næstformaður (Mynd: Sverri Egholm)

Gunn Ellefsen greiðir her frá undir vitjanini hjá Kongshjúnunum við Tjarnir í síðstu viku. Hon hevur verið forkvinna í HSF í níggju ár - Jákup Emil Nielsen, ið gongur aftanfyri hana, heldur fram sum næstformaður (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-18 08:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Vestmanna.Har gjørdist millum annað greitt, at sitandi starvsnevnd heldur fram.

- Aðalfundurin var hildin í Vestmanna í samstarvi við VÍF. Eftir aðalfundin bjóðaði Vestmanna kommuna smyrjibreyð og vóru eisini ungdómslandsdystur millum U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Íslandi spældir har seinni um dagin.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jógvan Emil Nielsen, næstformaður, Heini Ellingsgaard, nevndarlimur, Kristian Østergaard, nevndarlimur og Høgni Vilhelmsen, varalimur. Teir vóru allir afturvaldir.

Sitandi starvsnevnd telur sostatt hesar limir:
Gunn Ellefsen, forkvinna
Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Durita Thomsen, nevndarlimur
Heini Ellingsgaard, nevndarlimur
Kristian Østergaard, nevndarlimur
Birgir Kass, varalimur
Høgni Vilhelmsen, varalimur

[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder