Klokkan 19.00 skal B36 dystast við Crusaders í Gundadali í seinna dystinum í 2. umfari í Europa League. Tað eru føroysku steypavinnararnir ímóti teimum úr Norðurírlandi, og eftir 2-0 í Belfast hevur Crusaders fyrimunin.
Í B36 fer man tó 100 % eftir tí; minst tvey mál skulu skorast og helst einki latast inn, um liðið hjá Jákup á Borg aftur í ár skal spæla seg í 2. umfar.
Les eisini: B36 skal venda uppgerðini á høvdið
Nakrar broytingar eru á liðnum. Alex Mellemgaard hevur ein smáskaða, og tað veðrur mett, at hann ikki er førur fyri at byrja inni. Hetta er eitt slag fyri álopskenda spæli hjá B36 í vinstru síðu. Bjarni Petersen kemur inn í verjuketuna, og miðverjin Erling Dávidsson fer út á vinstra bakk.
Benjamin Heinesen er ikki tøkur, og Michal Przybylski er bonkinum. Á fremstu plássunum koma tveir ungir mans inn. Hugin Samuelsen hevur útgangsstøði sum vinstri kantur, og Stefan Radosavljevic, ið fekk sína B36-deburt í Beldfast, byrjar inni beint aftanfyri Lukasz:
B36(4-2-3-1): Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Erling Dávidsson - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Hugin Samuelsen Lukasz Cieslewicz
Fleiri álopskend vápn eru á bonkinum hjá B36:
Símun Rógvi Hansen, Hannes Agnarsson, Alex Mellemgaard, Brian Jacobsen, Gilli Samuelsen, Andreas Thomsen Michal Przybylski.
Vit hava dagføring og myndir frá dystinum í Gundadali. Aftaná taka vit samanum og fáa viðmerkingar.
Europa League 1. umfar, seinni dysturin
Gundadalur, 18.07 - kl.19.00
B36 - Crusaders F.C
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald