
Sligo Rovers spældi í gjár á útivølli móti Dundalk í 8. umfari í fremstu írsku deildini. Tað eydnaðist at koma á odda, tá eitt korter var leikt við máli frá áleyparanum Max Mata. Beint fyri hálvleik fekk heimaliðið brotsspark og javnaði uppá returbóltin.
Stefan Radosavljevic kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og hetta skuldi vísa seg at gerast avgerandi. Í 89. minutti tók Dundalk málspark stutt, og Sligo vann bóltin miðskeiðs á mótstøðuhálvuni. Bólturin stakk til Stefan, ið var staddur nakað til høgru. Føroyski miðvallarin setti fulla ferð á, slapp ímillum tveir verjuleikarar og prikaði bóltin framvið málverjanum hjá Dundalk.
Upptøka: FAI TV (Youtube) - málið sæst frá 3:23
Stefan skýtur eftir gjøgnumbrot...
...og kann síðani fegnast
Myndir: Sligo Rovers
Tá bólturin var rullaður niður í longra málhornið, brast stórfagnaður á hjá Sligo Rovers spælarum, venjaratoymi og áskoðarum, ið vóru komnir við til Dundalk. Stefan Radosavljevic varð eisini fagnaður - fyrsta mál hansara fyri felagið sendi tað upp á 3. pláss í bestu írsku deildini.
Hetta var fyrsti sigur hjá Sligo í ein mánaða. Eftir landsliðssteðgin er Stefan Radosavljevic skiftur inn í báðum dystunum. Við málinum í gjár hevur 22-ára gamli tvøramaðurin helst í minsta lagi strítt seg nærri einum byrjanarplássi til næsta dyst. Sligo spælir á útivølli móti Shelbourne 2. páskakvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald