Fótbóltur

Stefan: HB hevur 100 prosent góðan møguleika á heimavølli

- Á einum góðum degi kann HB væl spæla upp ímóti og vinna á Derry. Fyrrverandi HB-miðvallarin spælir nú í Írlandi, og sigur at ferðin og fysikkurin eru hægri har.

Stefan Radosavljevic á Tórsvølli í heimadysti fyri HB. Í annaðkvøld spælir HB har móti Derry City - eitt lið sum Stefan hevur spælt ímóti fleiri ferðir í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Stefan Radosavljevic á Tórsvølli í heimadysti fyri HB. Í annaðkvøld spælir HB har móti Derry City - eitt lið sum Stefan hevur spælt ímóti fleiri ferðir í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-12 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Hatta er eitt sterkt lið, sum er við í oddastríðnum í Írlandi í løtuni. Derry hevur havt eitt gott kappingarár og spælir góðan fótbólt við høgari ferð: Teir hava góðan fysisk og kunnu eitt sindur av hvørjum.

Soleiðis sigur Stefan Radosavljevic, tá Portalurin spyr Sligo Rovers-spælaran um mótstøðuliðið hjá HB í 1. umfari í UEFA Conference League. 22-ára gamli tvøramaðurin spældi við HB í 2021 og 2022 og hevur í ár spælt í Írlandi.

Derry City er staðsett í Norðurírlandi men spælir í bestu írsku deildini. Í fjør endaði liðið nummar tvey, og í løtuni er Derry nummar trý í landskappingini. Síðsti dysturin hjá Derry City var móti júst Sligo Rovers fríggjakvøldið, og eydnaðist evropeiska mótstøðuliðnum hjá HB at avgera í yvirtíðini. Stefan hevur eisini spælt móti teimum fyrr í ár og eftir hálvt ár í Írlandi, fær landsliðsspælarin staðfest munin millum Betrideildina og bestu írsku deildina:

- Ferðin, tempo'ið, er tað hægri í bestu írsku deildini, enn tað er í Betrideildini. Tað haldi eg er tann størsti munurin, eins og fysikkurin sum heild. Fótbóltsliga kann eitt lið sum HB, á einum góðum degi, gott spæla upp móti Derry og fáa ein sigur

[object Object]
Stefan hevur skorað tvey mál fyri Sligo Rovers, ið liggur á sjeynda plássið í bestu írsku deildini (Mynd: Sligo Rovers)

Les eisini: 
HB spælir á Tórsvolli hósdagin
Conference League: Víkingur er størsti føroyski favoritturin

Tað er serliga til heimadystin í morgin, at fyrrverandi HB'arin við teimum 13 evropeisku dystunum á baki, gevur teimum reyð-svørtu úr Havn ein góðan møguleika:

- Eg haldi 100 prosent, at HB hevur ein góðan møguleika á heimavølli, har man skal hava eitt gott úrslit at taka við til Írlands. Útivallardysturin verður tað verri, tí talan er um eitt øgiliga sterkt lið.

HB hevur eisini góð hagtøl í seinastu evropeisku heimadystinum: Vunnið tríggjar á rað og ikki tapt í fimm dystum. HB og Derry City spæla fyrra dystin í annaðkvøld, og har skal HB tryggja sær gott útgangsstøði áðrenn útidystin í næstu viku.

Conference League 1. umfar
Í morgin, hósdagin 13. juli á Tórsvølli
19.00: HB - Derry City (ÍRL)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder