Fótbóltur

Stefan sigursharri fyri Sligo í lyklasigri

Føroyski landsliðsspælarin kom inn seint í dystinum móti Derry og tryggjaði Sligo trý týðandi stig í írska botnstríðnum. Sí málið her.

Tvøramaðurin skoraði í gjárkvøldið sítt fimta mál í írskum fótbólti (Mynd: Sligo Rovers)

Tvøramaðurin skoraði í gjárkvøldið sítt fimta mál í írskum fótbólti (Mynd: Sligo Rovers)

2023-09-23 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Besta írska deildin er farin inn í avgerandi tíðarskeiðið, og í gjár fekk Sligo Rovers ein frálíkan sigur. Liðið hjá Stefani Radosavljevic er á 8. plássi og roynir at sleppa undan 9. plássinum, ið merkir upp- og niðurflytingardystir.

Derry City vitjaði. Liðið, sum sendi HB út úr Conference League í summar, var favorittur. Derry er á 2. plássi í Írlandi og kundi við sigri veruliga nærkast oddaliðnum Shakrock Rovers, ið ógvuliga óvæntað spældi javnt móti botnproppinum UC Dublin.

[object Object]
Derry City var á Tórsvølli í summar. Har endaði tað 0-0. Í Derry vann heimaliðið 1-0 og sendi harvið HB út (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Stefan Radosavljevic sum HB'ari á Tórsvølli. Hann skifti til Derry fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var málleyst í Sligo eftir 77 minutti. Tá kom Stefan Radosavljevic á vøllin, og í sama minutti fekk Ronan Boyce hjá Derry eitt ógvuliga býtt seinna gula kort.

Heimaliðið leyp á í yvirtali, og í 84. minutti kom innlegg úr vinstru. Stefan hevði runnið seg frían við aftaru stong, og við lærinum beindi tvøramaðurin bóltin í málið - spælararnir hjá Derry vildu vera við, at hann nýtti hondina (Sí málið niðanfyri)


Málið sæst frá umleið 4.00 (Youtube/Derry City FC)

1-0 sigurin merkir, at Sligo í løtuni er níggu stig frá níggjunda plássinum. Liðið hjá 23-ára gamla føroyska landsliðsspælaranum hevur fimm dystir eftir at spæla. Cork á 9. plássið hevur seks dystir eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder