Annað

Sterk fólk eiga ársins felagsskap

Føroya Styrkisamband er ársins Ítróttafelagsskapur.

Heini Hátún, formaður í Føroya Styrkisambandi og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Heini Hátún, formaður í Føroya Styrkisambandi og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2022-02-05 20:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Yngsta sambandið í ÍSF, Føroya Styrkisambandið, er kosið ársins ítróttafelagsskapur á Ítróttafagnaðinum í kvøld.

Millum tey tilnevndu vóru eisini EB/Streymur og kappróðrafelagið NSÍ.

Føroya Styrkisamband hevur megnað at savna ein stóran part av kraftítróttini í ein felagsskap og skipað hevur verið fyri kappingum innan ymiskar greinar her í Føroyum, umframt at almennar føroyameistarakappingar eisini hava verið. 

FSS hevur eisini luttikið í kappingum uttanlands, har teirra íðkarir hava fingið sera góð úrslit, og í 2021 vunnu føroyskir íðkarir bæði gull og silvur til Danmarks meistraraheiti í vektlyfting.

Eisini hevur FSS skipað fyri bæði venjara- og dómaraskeiðum, umframt at arbeitt hevur verið við eini úrslitaskipan, so føroysk met o.a kunnu gerast almenn.

Í desembur 2021 fekk Føroya Styrkisamband tilsøgn um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlendska Styrkisambandinum NTF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder