Hondbóltur

Sterkir sveisarar bíða í fyrsta dystinum

Hóast úr niðasta styrkilagnum, so meta veddingarfyritøkurnar, at Sveis fer at hava yvirvágina.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at spæla í kvøld - tað kann hava stóran týdning móti Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at spæla í kvøld - tað kann hava stóran týdning móti Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-16 13:00 Author image
Tormóður Petursson Djurhuus
placeholder

Føroyar møta Sveis, úr potti fýra, í fyrsta umfari av innleiðandi bólkaspælinum, í EM endaspælinum. Slovenia, úr potti eitt, og Montenegro, úr potti trý, møtast í hinum dystinum í bólki D.

Hóast Sveis varð drigið úr veikasta pottinum, so er talan um eitt sera gott lið, sum Føroyar møta í dag. Í undankappingini spældi Sveis javnleik ímóti Týsklandi, meðan sveisarar so seint sum í november vunnu á kroatum í vinardysti. Bæði Týskland og Kroatia eru millum mætastu hondbóltstjóðir, og vitna úrslitini um styrkina hjá dagsins mótstøðuliði.

Hópurin hjá Sveis telur millum annað tíggju leikarar úr Bundesliguni, og hava fleiri leikarar sín gerandisdag hjá nøkrum av størstu feløgunum í evropeiskum hondbólti.

Sí eisini: Kiel-spælarin hjá Sveis: - Føroyar hava nógvar dugnaliga spælarar

Veddingarfyritøkurnar meta sveisarar sterkari enn føroyingar, og geva onkrar síður pengarnar næstan tríggjar ferðir aftur, uppá ein føroyskan sigur. Leggjast skal tó afturat, at metingarnar hjá veddingarfyritøkunum vóru javnari, enn tær eru nú, av fyrstantíð. Ivamálini rundan um føroyska hópin, serliga Elias á Skipagøtu, hava uttan iva havt sína ávirkan.

Helgi H. Hoydal og Kjartan Johansen sita úti hjá føroyingum, sum merkir, at Elias á Skipagøtu er við aftur í hópinum, og væntast hann at spæla í dag.

Sì eisini: Elias spælir móti Sveis - møguliga í stóru leikluti

Dysturin byrjar 19:30 føroyska tíð - fylg við í beinleiðis bloggi á Portalinum. FM1 hevur upptakssending klokkan 16.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder