Annað

Sterkur FM-bólkur

FM í talvi fyri einstaklingar verður aftur á páskum í ár, men áhugin at vera við hevur verið lakur. Tríggir sterkir útlendingar við í landsliðsbólkinum.

Helgi Dam Ziska er favorittur at endurvinna føroyameistaraheitið (Savnsmynd)

Helgi Dam Ziska er favorittur at endurvinna føroyameistaraheitið (Savnsmynd)

2019-04-12 17:59 Author image
Innsent
placeholder

Synd er at siga, at áhugin at vera við í árligu FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum er stórur. Einans 36 telvarar eru við í ár. Tað er nógv lakari luttøka enn vanligt. Í fjør vóru 45. Sammett við bestu FM-árini fyrrapartin í 80-unum gerst munurin næstan ræðandi stórur. Í 1981 vóru 74 telvarar við í FM-kappingini í Hvalvík, í 1982 á Toftum kappaðust 71 og í Havn í 1983 var talið 68.

Í ár verður aftur telvað á Finsen í Havn. Havnar Telvingarfelag skipar aftur fyri. Roynt hevur verið at fáa ein góðan FM-bólk, so at føroysku telvararnir kundu ogna sær IM-normar, um væl lá fyri.

Fyrireikararnir hava kortini gjørt av at hava átta heldur enn tíggju telvarar í landsliðsbólkinum. Hetta verður gjørt so at sleppast kann undan, at munurin á telvarunum í landsliðsbólkinum verður ov stórur. 

Tað ber so í sær, at kappingin ikki fær verið ein IM-kapping, men heldur ein FM-kapping – í hesum føri FM-kapping í tvinnanda týdningi. Møguleiki er at ogna sær FM-normar, tað eru normar til heitið sum FIDE-meistari, ið er lægri heiti enn IM-heitið (altjóða meistari). Hetta er ein avleiðing av, at so nógvir av okkara fremstu telvarum ikki fingust við í kappingina.

Ongun úr Sandavági
Fyrireikarunum kennist tað eitt sindur hugstoytt, at áhugin fyri kappingini er so nógv viknaður. Sum dømi kann nevnast, at eingin telvari úr Sandavágs Talvfelag, sum er eitt bestu og virknastu talvfeløgum í landinum, er við í FM-einstaklingakappingini í ár.  

Átta kappast um FM-heitið í landsliðsbólkinum, aðrir átta eru í 1. bólki, tólv eru í almenna bólkinum, og einans átta telvarar eru í unglingabólkinum. Kappingin byrjar í morgin leygardagin, og síðani verður telvað hvønn dag til langa fríggjadag, tá kappingin endar.

Beinleiðis á netinum
Hóast luttøkan kundi verið frægari, hava vit kortini ein spennandi og sterkan landsliðsbólk í ár. Tríggir góðir útlendskir telvarar rúgva sum vera man væl upp. Teir kunnu kortini ikki gerast føroyameistari – besti føroyski telvarin í flokkinum verður føroyameistari.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur hægsta styrkitalið í bólkinum, og er tí favorittur at vinna kappingina og tryggja sær FM-heitið triðja árið á rað.

Møguleiki verður at fylgja við leik fyri leik á øllum borðum í Landsliðsbólkinum hvønn dag á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com. Har er eisini meira at síggja um kappingina og hinar bólkarnar.

Landsliðsbólkurin 2019
GM Helgi Dam Ziska, HT 2540
GM Normunds Miezis (Lettland) 2468
GM Carsten Høi (Danmark) 2354
FM Drazen Dragicevic (Svøríki) 2334
Sjúrður Thorsteinsson, HT 2228
FM Olaf Berg, HT 2212
FM Carl Eli Samuelsen, HT 2196
Hans Kristian Simonsen, KT 2147

Stutt um gestirnar
Tríggir útlendskir telvarar eru gestir í árligu FM-kappingini. Hægsta styrkitalið av teimum hevur 47 ára gamli lettlendski stórmeistarin Normunds Miezis. Hann hevur í fleiri ár verið millum bestu telvarar í heimlandinum, ið hevur so stórbærar talvtradisjónir. Fyrrverandi heimsmeistarin Mikhail Tal var úr Lettlandi. Miezis hevur tvært ferðir verið lettlandsmeistari; í 1991 og í 2006. Eisini hevur hann umboðað Lettland á ikki færri enn níggju talvolympiadum.

Carsten Høi er danskur stórmeistari. Hann er 62 ára gamal, og hevur verið í fremstu røð í danskari telving í mong ár. Tríggjar ferðir hevur hann verið danmarkarmeistari – í 1978, 1986 og 1992. Fimm ferðir hevur hann verið á danska landsliðnum á talvolympiadum. Besta úrslitið mundi vera í 1978, tá ið Danmark endaði nummar sjey. Hann vann eitt framúrskarandi og víðagitið talv móti Boris Gulko í dystinum Danmark-USA á OL í 1988. 

Tann yngsti – og helst veikasti – av útlendsku gestunum er svii. Drazen Dragecevic fyllir 30 í næstum, og hevur ikki útint somu brøgd sum hinir. Hann er ikki í nánd av svenska landsliðnum enn, tí í løtuni stendur hann nummar 62 á svenska styrkilistanum. Kortini hevur hann hægri styrkitalv enn føroysku telvararnir við undantaki av Helga Dam Ziska.

1 umfar (leygardagin 13. apríl, kl. 14)
Carl Eli – Helgi
Miezis - Hans Kristian
Carsten – Sjúrður
Olaf - Drazen

2 umfar (sunnudagin 13. apríl, kl. 14)
Helgi – Drazen
Sjúrður – Olaf
Hans Kristian – Carsten
Carl Eli – Miezis

Skrivað hevur: Suni Merkistein

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder