Hondbóltur

Steypafinalan hjá kvinnum flutt ein mánaða

Hetta er av tí, at H71, ið spældi seg í finaluna í gjárkvøldið, skal spæla evropeiska fjórðingsfinalu í vikuskiftinum. Finalan verður spæld leygardagin 19. mars.

Eftir finalusigurin í fjør. H71-kvinnurnar skulu 19. mars royna at endurvinna steypið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eftir finalusigurin í fjør. H71-kvinnurnar skulu 19. mars royna at endurvinna steypið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-10 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá bólkaspælið var, bar ikki til at flyta nakrar dystir orsakað av nógvum koronutilburðum í nøkrum feløgum, tí at finalurnar skuldu spælast 19. februar, og bólkaspælið harvið ikki skuldu leingjast.

Team Klaksvík spældi ikki síðsta umfar, tí so nógvir koronatilburðir vóru í hópinum. Hjá kvinnum kom Neistin víðari uttan at vinna nakran dyst - hetta tí at EB og VB ikki fingu stilla lið til ásettu dagfestingarnar.

Nú er støðan tó ein onnur. H71-kvinnurnar hava verið eitt frálíkt umboð fyri føroyskan hondbólt í EHF European League hetta kappingarárið. H71 hevur spælt seg víðari tríggjar ferðir og skal sunnudagin spæla fyrru fjórðingsfinaluna í ukreinska býnum Lviv - seinni dysturin verður í Føroyum 20. februar.

Tað er ikki eydnast at flutt hendan seinna dystin, og av teirri orsøk - og tí at hoyvíkskvinnur nú hava spælt seg í finaluna - so er steypafinalan útsett.

Hondbóltssamband Føroya upplýsir, at spælt verður um steypið 19. mars; tað vil siga júst ein mánaða eftir ásettu dagfestingina og ein mánaða eftir mansfinaluna. Harvið spæla kvinnurnar og menninir ikki steypafinalu sama dag hesuferð, og hetta er fyrstu ferð, síðani farið varð undir steypakappingar í 1985, skrivar in.fo.

H71 tapti tepurt á Neistanum í seinnu hálvfinaluni, sum var í Hoyvík í gjár. Hetta hevði tó onga ávirkan á samlaða úrslitið, uttan tað at H71 vann við einum máli færri. Liðið hjá Inga Olsen og Mark Lausen-Marcher vann samanlagt 54-47 og er í finaluni triðja árið á rað. H71 vann steypagull í 2020 og 2021 - í báðum førum var talan um heilt tættar finalur.

Sunnudagin verður greitt, um tað verður Stjørnan ella Kyndil, sum skal spæla móti H71 í steypafinaluni 19. mars. Kyndilskvinnur vunnu við einum máli í fyrra dystinum, sum var í Høllini á Hálsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder