Í gjár, fríggjadagin 4/10, vóru tvær steypafinalur spældar á Tórsvølli, og við hvør sínum sigri kunnu U13 genturnar hjá B36, og kvinnurnar hjá Skála kalla seg steypavinnarar 2024.
Hetta skrivar Fótbóltsamband Føroya á heimasíðu sínari.
Í finaluni fyri U13 gentur møttust B36 og felagsliðið hjá 07 Vestur og MB, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til B36. Málskjúttin var Lív Herup Olsen.
Aftaná dystin var Súsanna Johndóttir hjá B36 vald til dagsins leikara.
![]()
Fegnar B36-gentur eftir tøttu finaluna (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Fleiri myndir frá dystinum síggjast á fsf.fo
Í finaluni í minnu steypakappingini hjá kvinnum stóðu Skála og FC Hoyvík yvir av hvør øðrum. Har vóru tað tær appelsingulu, ið fóru avstað við steypinum og gullkrónum við greiðum sigri
Skála vann 6-0, eftir 3-0 leiðslu í hálvleikinum. Sara Benjaminsen, ið varð dagsins spælari í U16-finaluni mikukvøldið, gjørdi trý mál. Arnfríð Jacobsen, ið eisini var kosin til dagsins leikara, skoraði tvey mál, meðann Sunnvá Fagradal gjørdi eitt.
![]()
Minna steypakappingin var kapping millum tey liðini, ið endaðu niðast í Betrideildini hjá kvinnum, umframt ÍF úr 1. deild. Her var Skála greitt sterkast (Myndir: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
Í morgin, leygardagin eru fýra steypafinalur á skránni. Klokkan 10:30 spæla U13 dreingir, klokkan 12:30 U15 dreingir, og klokkan 15:15 fara U17 dreingirnir á vøllin. Dagurin endar við stóra finalubrakinum hjá kvinnum millum Víking og NSÍ, sum byrjar klokkan 18:30.
Steypafinalur 2024
Í gjár, fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur: B36 – 07 Vestur/MB 1-0
Minna steypakap. kv: FC Hoyvík – Skála 0-6
Í dag, leygardagin 5. oktober
U13 dreingir: B36 – Víkingur (kl. 10:30)
Dómari: Dominick Troleis
U15 dreingir: Víkingur – B36 (kl. 12:30)
Dómari: Jákup V. Larsen
U17 dreingir: KÍ – Víkingur (kl. 15:15)
Dómari: Heri Wang Danielsen
Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)
Dómari: Andrass Frederiksberg
Sí eisini:
NSÍ kann vinna fyri triðju ferð uppá fýra ár
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir: Finaluplássið vísir stóra menningararbeiði í felagnum
Sara Samson Lamhauge: -Steypafinalan er stuttligasti dysturin á árinum
Mikudagin 2. oktober
U16 gentur: KÍ – Skála 7-6 (Eftir brotsspørk)
Sí eisini: Fyrsta steypið fór til Klaksvíkar
Hósdagin 3. oktober
U21: B71 – ÍF 6-4 (Eftir brotsspørk)
Sí eisini: U21: B71 sigraði eftir brotssparkskapping
----------------------------------------------
Leygardagin 2. november
Løgmanssteypið: B36 – HB (kl. 17:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald