Um vikuskiftið verða steypakappingar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík.
Føroya Fimleikasamband boðar frá, at 59 børn og ung eru meldaði til kappingarnar. Talan er um 35 dreingir/menn, og 24 gentur/kvinnur. Hesi eru frá HF, Støkk, og Ljósinum.
1. steypakapping verður leygardagin 13. februar, og 2. steypakapping verður sunnudagin 14. februar.
Kappingarnar verða stroymdar, og leinki til stroymingina verður at finna á Facebooksíðuni hjá Føroya Fimleikasambandi.
Skráin leygardagin
Kl. 10.30 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Amboðini, sum kappast vera í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini eru gólv, ringar og beinsveiggj.
Skráin sunnudagin
Kl. 09.30 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald