Fótbóltur

Steypakappingin hjá kvinnum verður nú spæld sum bólkaspæl

Seks lið eru við í kappingini, sum eru býtt í tveir bólkar.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-03-19 14:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ársins fyrsta umfar í steypakappingini hjá kvinnum er á skránni týsagin 26. mars. Men í ár verður kappingin spæld nakað øðrvisi, enn hvat vit kenna hana annars.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur nevniliga avgjørt at skipa kappingina sum bólkaspæl, við trimum liðum í hvørjum bólki. Luttakandi liðini eru tey fimm liðini í fremstu deildini, umframt 07 Vestur, sum spælir í 2. deild.

Í bólki A eru 07 Vestur, B36 og KÍ, meðan liðini í bólki B eru EBS/Skála, HB og ÍF/Víkingur/B68.

Skráin sæst her: Steypakappingin 2019 (kvinnur)

Liðini spæla ferðir móti hvør øðrum í bólkaspælinum, og síðani fara nummar 1 og 2 víðari til hálvfinalurnar, skrivar FSF á heimasíðuni. Hvussu tey møtast í hálvfinalunum, verður avgjørt við lutakasti.

Hálvfinalurnar verða spældar 3. juli og 1. ella 4. august.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 21. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder