Hondbóltur

StÍF skal hava nýggjan venjara til mansliðið

Sum skilst hevur Jesper Bak í vikuni boðað felagnum frá, at hann ikki ynskir at halda fram.

40-ára gamli danin, sum kom til Skála fyri tveimum árum síðani, stóð á odda í dag, tá StÍF tapti í Hoyvík. Tað er ikki endaliga vist, um hetta var síðstu ferð, men venjarin er eftir øllum at døma á veg úr felagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm

40-ára gamli danin, sum kom til Skála fyri tveimum árum síðani, stóð á odda í dag, tá StÍF tapti í Hoyvík. Tað er ikki endaliga vist, um hetta var síðstu ferð, men venjarin er eftir øllum at døma á veg úr felagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm

2025-11-16 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein mánaða eftir fyrstu evropeisku dystrnar hjá StÍF hesa øldina er tað greitt, at høvuðsvenjarin hjá liðnum skjótt verður fortíð hjá felagnum.

Portalurin hevur í dag fingið upplýst, at Jesper Bak í vikuni hevur boðað StÍF frá, at hann ynskir at vera loystur úr starvi.

Jesper Bak hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í tvey ár, umfamt at hann er kring elstu dreingjalið felagsins.

Tíðindini eru ikki endaliga váttaði enn, og tað er ikki greitt, júst nær Jesper Bak fer av Skálafjørðinum.

40-ára gamli danin stóð á odda í dag, tá StÍF tapti 37-31 í Hoyvík. Menninir hjá StÍF hava tapt fýra av sínum sjey dystum í tøttu Burn-deildini men hava ein spennandi og, í stóran mun, ungan hóp. 

Jesper Bak hevur eisini verið tilknýttur at HSF sum ungdómslandsliðsvenjari - seinast hjá U08 monnum. Sum skilst heldur hann heldur ikki fram har.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder