
Fyri fyrstu ferð síðani aldarskfti, skal StÍF spæla ein evropeiskan dyst. Og tað er ikki hissini uppgáva, sum føroysku menninir fáa í kvøld.
HC Vojvodina hevur nógv fleiri evropeiskar royndir, og liðið úr næststørsta serbiska býnum er á odda í fremstu deildini í Serbia í løtuni.
Føroyingar hitta í kvøld eitt lið við fullum stigatali í heimligu kapping sínari - á útivølli.
Tað er ósannlíkt, at tað verður spenningur samanlagt yvir tveir dystir, men StÍF skal royna at bjóða serbisku risunum av.
Fráferð úr Føroyum mikudagin
Venjing í góðum umstøðum (Myndir: StÍF)
StÍF kom til Serbia mikuagin og hevur síðani fyrireikað seg har. Hetta verður ein spennandi avbjóðing hjá strandingum og skálamonnum, sum millum annað hava tríggjar undar hoyvíkingar við eisini.
Fyri ungu profilarnir Paula Rasmussen og Trúgva Hávardsson er hetta eisini ein góð trýstroynd.
Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Hann verður ikki stroymdur vð framleiðslu - tó møguliga á Facebook-vanganum hjá StíF - men til ber at fylgja við ovast á Portalinum.
European Cup 2. umfar, fyrri dysturin
Fríggjadagur 17. oktober klokkan
17.00 HC Vojvodina – StÍF
Sí eisini: H71 tapti fyrra dystin í Bosnia greitt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald