Fótbóltur

StÍF spældi seg í fjórðingsfinaluna

VB royndi at venda tí seinastu løtuna, men tað bleiv eitt gott kvøld í Vági hjá teimum av Skálafjørðinum. Tvey-máls sigurin ger, at StÍF skal spæla FM-fjórðingsfinalu móti Neistanum um tíggju dagar.

Emmy Ingibjørg Kass skoraði týdningarmikil mál móti endanum - nakrar yngri og serliga ein heilt roynd hjá StÍF gjørdu eisini veruligan mun í sigrinum í Vági (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Emmy Ingibjørg Kass skoraði týdningarmikil mál móti endanum - nakrar yngri og serliga ein heilt roynd hjá StÍF gjørdu eisini veruligan mun í sigrinum í Vági (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-06 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsti dysturin í grundspælinum í SMS-deildini var á skránni í gjárkvøldið. VB tók ímóti StÍF - talan var um avgerandi dyst, tí liðið sum dró longsta stráðið fór avstað við seinasta fjórðingsfinaluplássinum.

Útiliðið skuldi vinna og var eisini greitt omaná fyrra partin av fyrra hálvleiki: Tá hálvrunnið var, var munurin fimm mál. VB kom betur við, sum hálvleikurin leið. Í steðginum vóru tvey mál á muni, og heimaliðið hekk í restina av vegnum.

Tá tíggju minuttir restaðu í, var støðan 23-24. StÍF tók leikbrá og skoraði síðani trý mál á rað - Emmy Ingibjørg Kass skoraði tvey teirra og toppskjúttin Rebekka Justinussen hitt. Annars vóru tað fleiri heilt ungar, sum stóðu seg væl hjá StÍF: Eyðbjørg Kallsberg, Marita Magnadóttir og Maria Mrdalo skoraðu samanlagt 14 mál í lyklasigrinum.

[object Object]
StÍF vann gysaran í Vági og tryggjaði sær í minsta lagi ein dyst í endaspælinum (Mynd: StÍF)

Fýra mál á muni og fýra og ein hálvur minuttir eftir. Heimaliðið gav tók ikki upp.  VB skuldi "bert" fáa javnleik og skoraði tvey mál á rað - sjálvt um dómaraseðilin sigur, at talan var um trý mál. StÍF helt tó høvdið kalt og vann sær rættin at spæla fjórðingsfinalu. Tað eru úrslitini í innanhýsis dystunum móti júst VB (tveir sigrar og ein javnleikur), ið gjørdust avgerandi.

At StÍF av álvara fær bjóða Neistan av í fjórðingsfinaluni um tíggju dagar, er ósannlíkt. Tó merkir tað helst nógv fyri felagið av vestara armi á Skálafjørðinum, at liðið er við millum tey síðstu, og alt kann henda í hesum einstøku uppgerðunum. Stjørnan og VÍF hittast í hinari fjórðingsfinaluni. kappingarárið hjá VB og EB er av.

SMS-deildin, síðsta umfar
Í gjár, mikudagin 5. apríl

VB - StÍF 25-27
(14-16)

Toppskjúttar: 
VB: Bára Krosslá Mortensen 9 mál og Erna Pajić 8 mál
StÍF: Rebekka Justinussen 6 mál, Eyðbjørg Kallsberg og Marita Magnadóttir 5 mál

Sí dómaraseðilin her (Her er ein feilskráseting móti endanum av dystinum, har VB stendur til at hava skorað tvær ferðir innan tólv sekund  - 58.48 og 59.00 - talan var bert um eitt mál, og klokkan í høllini vísti eisini 25-27, tá hon floytaði)


Rættað og dagført: 10.30


Fjórðingsfinalurnar:
Leygardagin 15. apríl
Stjørnan - VÍF

Sunnudagin 16. apríl
Neistin - StÍF

Vinnararnir koma víðari til hálvfinalurnar. H71 og Kyndil hava spælt seg í har.


Endaliga úrslitið í grundspælinum

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 H712177253823441
 KYNDIL2165649316332
 NEISTIN2162451610830
 STJØRNAN216075733424
 VÍF215925801222
 STÍF21484673-1897
 VB21440629-1896
 EB21491664-1736

Talva og tøl: Hondbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder