StÍF fekk eitt ógvuliga trupult lutakast, nú liðið aftur fór at royna seg í Europa Cup.
Liðið av Skálafjørðinum er í hesum døgum í Serbia. Oddaliðið í sterku deildini har bjóðaði føroyska felagnum ógvuliga góðar treytir, afturfyri at báðir dystirnir í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini kundi spælast har.
StÍF hekk í, í løtum fyri steðgin, men samanlagt sást munurin millum nummar 1 í Serbia og nummar 4 í Føroyum. Nøkur mistøk og brendir møguleikar kostaðu, so tað ikki gjørdist
Hetta var tó ein spennandi uppgáva hjá StÍF, og tað mennir helst eisini serliga teir mongu ungu spælararnir hjá liðnum.
![]()
Pauli Rasmussen, her í skotroynd undir venjing í Serbia, spældi ein góðan dyst í kvøld við millum annað sjey málum (Mynd: StÍF)
Ikki óvæntað gingu Pauli Rasmussen (7 mál uppá 9 skot) og Trúgvi Hávardsson (6 mál og 6 upplegg) á odda hjá StÍF í Vojovdina - allir málskjúttar síggjast niðanfyri.
StÍF og Vojvodina spæla aftur sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð. Tað er sera ósannlíkt, at spenningur verður um samlaða úrslitið.
H71 hevur eisini risa uppgávu í Bosnia í morgin eftir tap við átta málum í fyrra dystinum.
European Cup 2. umfar, fyrri dysturin
Fríggjadagur 17. oktober klokkan
HC Vojvodina – StÍF 38-27 (17-11)
![]()
StÍF-liðið og málskjúttar
Seinnu dystirnir hjá føroysku mansliðnum í 2. umfari í European Cup:
Í morgin, leygardagin 18. oktober
18.00 RK Konjuh Zivinice – H71
Sunnudagin 19. oktober
17.00 HC Vojvodina – StÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald