Í seinasta dystinum áðrenn steðgin í Okkara-deildini var botndystur í Klaksvík.
Team Klaksvík hevur bert vunnið ein dyst í ár, og tað var júst á heimavølli ímóti StÍF. Liðið av vestara armi á Skálafjørðinum hevur ikki møguleika at koma í topp-fýra, men tað tyktist sum um at svongdin eftir einum sigri í kvøld var stór.
Tað var ógvuliga javnt í 1. hálvleiki, har liðini so at siga skiftust at skora. Tað var heldur ikki langt ímillum málini og ferð var á. Útiliðið kom betri út til 2. hálvleik, og sá út til at fara at renna avstað. Men Team Klaksvík hekk í, og tað var spennandi til fáir minuttir vóru eftir, tá StÍF aftur kom á odda við fýra málum.
Verjuparturin hjá StÍF, har m.a Mark Dahl í málinum fekk fatur á rímiliga nógvum, gjørdist í stóran mun avgerandi. Harafturat brendi útiliðið ikki nógv, og Rani A. Højgaard gekk á odda við átta málum.
StÍF hevur tíggju stig, nú liðini skulu hugsavna seg um steypakappingina.
Team Klaksvík - StÍF 26-30 (14-16)
Okkara menn støðan
1. Neistin (21 stig)
2. VÍF (21 stig)
3. Kyndil (19 stig)*
4. H71 (19 stig)
5. KÍF (16 stig)*
6. StÍF (10 stig)
7. Team Klaksvík (2 stig)*
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald