Tveir dystir í SMS-deildini eru leiktir seinnapartin. Kappingin varð tikin upp aftur eftir landliðssteðgin.
Í Vestmanna vann heimaliðið favorittsigur. Miðskeiðis í 1. hálvleiki tók VÍF eina rímiliga trygga leiðslu, ið tær í gulum og bláum ongantíð sleptu. Tað endaði við fimm-máls sigri til VÍF, ið hevur vunnið fýra útav teimum fimm dystunum.
Í KÍ-høllini megnaði Kyndil ikki at varðveita fult stigatal. Tað var annars nógv, sum bendi á hetta áðrenn. Stjørnan tapti fyri StÍF á heimavølli í sínum fyrsta dysti í kappingarárinum, men fekk síni fyrstu stig í ár eftir millum annað eitt sera gott verjuavrik móti greipuvinnarunum.
Liðini skiftust um at skora fyrstu 10 minuttirnar - síðani lukkaði Stjørnan fullkomiliga av í 10 minuttir. Beint fyri hálvleik legði heimaliðið seg á odda 8-7. Kyndil var tríggjar ferðir á odda í 2. hálvleiki, men greipuvinnararnir sluppu ikki frá Stjørnuni, ið treiskaðist og fekk avgjørt tætta dystin.
Triðji dysturin í umfarinum skudi leikast í Vági gjár, men Hondbóltssambandi gjørdi av at útseta hann orsakað av vánaligu veðurforsøgnini og avmarkingunum hjá Prince.
SMS-deildin - 6. oktober
VÍF - Neistin 25-20 (12-8)
Toppskjúttar: Liljan Müller 7, Fríða á Dunga 6 mál
Stjørnan - Kyndil 19-18
Toppskjúttar: Katrin Bertholdsen 6 mál, Súna K. Hansen 5 mál
Støðan:
VÍF 8 stig (5 dystir)
Kyndil 4 stig (3 dystir)
H71 4 stig (2 dystir)
Neistin 2 stig (4 dystir)
Stjørnan 2 stig (3 dystir)
StÍF 2 stig (3 dystir)
VB 0 stig (2 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald