27.mars spæla Føroyar og Danmark venjingardyst í Herning. Tríggjar dagar seinni skal Danmark spæla á Wembley móti Ongland.
Nú er greitt, at DBU heldur eyga við støðuni viðvíkjandi teimum trimum leikarunum, sum til dagliga spæla í Norðuritalia, ið er hart rakt av coronavirusinum. Tvær av allarstørstu stjørnunum á danska landsliðnum seinastu árini, miðvallarin Christian Eriksen og liðformaðurin Simon Kjær spæla báðir í Milano í Lombardia, fyri ávíkavist Inter og AC Milan.
Áleyparin Andreas Cornelius spælir við Parma, sum liggur í Emilia-Romagna. Saman við Lombardia er tað eitt av fýra økinum, sum danska uttanríksráðið hevur mælt frá at ferðast til, og øll sum hava verið í økinum og koma til Danmarkar skulu síðani vera í karantenu í 14 dagar.
Les eisini: Latið vera við at fara óneyðugar ferðir til Norðuritalia
Spurningurin er, um støðan er broytt um smáar tríggjar vikur, tá danski hópurin samlast. Tað er eingin ivi um, at um Cornelius, Eriksen og Kjær halda seg skaðafríar, so verða teir úttiknir seinni í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald