Fótbóltur

Støðan og málskjúttar eftir 2. umfar: B36 tikið oddasessin

Enn eru bara tvey umfør leikt, men teir hvítu úr Gundadali eru einasta lið við fullari úrtøku.

Brian Jacobsen gjørdist tvífaldur málskjútti á Eiði í dag. Hansara gamla felag vann 2-0 á TB
(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Brian Jacobsen gjørdist tvífaldur málskjútti á Eiði í dag. Hansara gamla felag vann 2-0 á TB (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-03-17 16:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra dystir í 2. umfari eru leiktir seinnapartin. Tað gjørdist talan um enn ein smalan favorittsigur til árstalsfelagið, javnleik í báðum "topp-fimm uppgerðunum” og heimsigur til Skála. 

Í báðum topp-fimm dystunum endaði tað við stigdeilding. NSÍ kom á odda tíðliga í Gundadali, men føroyameistarin svaraði aftur í 2. hálvleiki. Í Norðagøtu komu øll fýra málini eftir steðgin; Víkingur var tvær ferðir á odda, men KÍ svaraði aftur í báðum førum aftur.

[object Object]

B36 var á veg ímóti einum tryggum sigri, eftir 2x Brian Jacobsen mál eftir upplegg frá Árna Frederiksberg. EB/Streymur fekk spenning í aftur dystin, men B36 helt fast um sigurin.

Á Skála syrgdu danirnir hjá heimaliðnum fyri málunum, og Skála fekk fyrstu stigini í ár í tryggum sigri.

Úrslit í 2. umfari

EB/Streymur - B36 (1-2)
36’ Brian Jacobsen 0-1
64’ Brian Jacobsen 0-2
77’ Poul Grunnveit Olsen 1-2

Skála - TB (2-0)
22’ Søren Nielsen 1-0
27’ Ronni Møller-Iversen 2-0

Víkingur - KÍ (2-2)
61’ Sølvi Vatnhamar 1-0
67’ Jóannes Bjartalíð 1-1
70’ Heðin Hansen 2-2
74’ Deni Pavlovic 2-2

HB - NSÍ (1-1)
7’ Petur Knudsen 0-1
56’ Pætur Petersen 1-1

AB - ÍF (Byrjaði klokkan 16:30)
Fylg við gongdini/málskjúttum á forsíðuni á Portalinum her

Støðan eftir tvey umfør:
1. B36 (6 stig)
2. Víkingur (4 stig)
3. NSÍ (4 stig)
4. TB (3 stig)
5. Skála (3 stig)
6. KÍ (2 stig)
7. HB (2 stig)
8. AB (0 stig)*
9. EB/Streymur (0 stig)
10. ÍF (0 stig)*

*Ein dyst færri

 

Málskjúttar á forsíðuni
Nú ber eisini til at fáa eitt skjótt yvirlit yvir málskjúttar og støður á forsíðuni á Portalinum. Trýst á dystirnar fyri at síggja málskjúttar og nær málini komu.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder