Danmark er óvæntað á odda 1-0 í steðginum móti Belgia, ið alsi ikki hevur fingið sítt spæl at koyra. Leiðslan er fult uppiborin, tí danska liðið hevur spælt væl, við nógvari orku og stórum fokusi frá byrjan.
Málið kom longu í 2. minutti, tá danir trýstu høgt, og Jason Denayer spældu bóltin mitt í føturnar á Pierre Emile-Højbjerg. Miðvallarin fann skjótt Yussuf Poulsen, ið stutt inni í brotsteignim smekkað til, bólturin fór í longra málhornið, og so so at siga eksploderaði Parkin, ið langt áðrenn hevði larmað nógv.
Teir 25.000 áskoðararnir, leikararnir, dómararnir, venjarar og onnur stegði á beint undir ein minutt, tá klokkan hevði víst 10.00. Christian Eriksen er 10'ari á danska landsliðnum, og 29-ára gamli leikarin, ið liggur stutt frá á Ríkissjúkrahúsinum varð heiðraður á vakran hátt, til urið vísti 11.00, og farið var í gongd aftur at spæla.
Tað verður tað eisini nú - við 2. hálvleiki.
EM Bólkur B
Í dag - Hósdagin 17.06
(17.00): Danmark - Belgia (1-0)
2' Yussuf Poulsen 1-0
Støðan í løtuni:
Belgia 3 stig
Russland 3 stig
Finnland 3 stig
Danmark 3 stig
Les eisini: Christian Eriksen heiðraður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald