Ársins fimleikaframsýningar hjá Støkk verða leygardagin 20. og sunnudagin 21. mars, og í ár eru tær 9 í tali.
Hesum boðar Støkk frá í tíðindaskrivi.
Tað verður tó møguleiki hjá nógv fleiri at fylgja við, tí allar sýningarnar verða stroymdar ókeypis á netinum. Leinki til stroyming verður lagt út á heimasíðuna stokk.fo og Facebooksíðuna hjá felgnum, har skráin yvir sýningarnar verður.
Fyrsta sýningin í høllini við Løkin fer í gongd leygarmorgun kl. 10 og hildið verður fram til kl. 17.30. Sunnudagin verður fyrsta sýning klokkan 13, og væntandi er seinasta sýningin liðug klokkan 17 sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald