Fótbóltur

Stórdystir í 2. umfari

Fult umfar er aftur í Betrideildini í dag, og talan er serliga um spennandi uppgerð í Sarpugerði og í Gundadali.

HB og NSÍ bresta saman í Gundadali í dag
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB og NSÍ bresta saman í Gundadali í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-17 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbólturin er av álvara farin á rull aftur, og í dag eru aftur fimm dystir í Betrideildini hjá monnum:

15.00: 
EB/Streymur – B36
Víkingur – KÍ
Skála – TB

HB – NSÍ

16.45: 

AB – ÍF

Tað er ein heilt greiður favorittur; B36 á Eiði. Ártalsfelagið tapti tó har í 1. umfari í fjør, og EB/Streymur fekk javnleik í Gundadali seinni í kappingarárinum. Seinasta vikuskifti vann B36 1-0, og EB/Streymur tapti 1-0. Venjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, kennir væl B36, men hansara menn skulu levera ein megnar innstas fyri at fáa úrtøku burturúr í dag.

Skála stóð seg í fjør væl ímóti botnliðunum. Í dag eru teir appelsinlittu favorittar á heimavøll, har teir skulu royna at fáa síni fyrstu stig í ár. Tað er tó eitt TB-lið við sjálvsáliti og trimum stigum í skjáttuni, sum kemur norður um fjør. AB og ÍF skulu reisa seg eftir tap í 1. umfari. Hjá báðum rakti tað meint; AB tapti í Trongisvági, og tað kann væntast at AB og TB verða kappingarneytar í botninum. ÍF var undirtippað, men fuglfirðingar vilja ongantíð tapa ímóti Víkingi. Seinasti dysturin i dag kann gerast ein týðandi dystur í botnstríðnum.

NSÍ var eitt av tveimum liðum, ið megnaði at vinna á HB í fjør. Tað var í Gundadali á Ólavsøku. Runavíkingar koma til høvuðsstaðin við trimum stigum, men tað verður torført at aftur fáa fult aftur í dag. HB fekk ein fínan javnleik í Klaksvík seinast, men føroyameistararnir vilja helst fáa ein sigur í hús hesaferð. Tað er talan um íslendska venjarauppgerð: Hemir Guðjónsson og Guðjón þórðarson kennast væl; Hemir hevur verið leikari hjá Guðjóni. 

Í Sarpugerði hittast tvey lið, ið seinastu árini heva spælt nógvar tættar dystir. KÍ hevur havt eitt yvirtak; Víkingur hevur bert vunnið ein útav teimum seinastu 12 dystunum í Betrideidlini móti klaksvíkingum. Lagt er aftur upp til ein ógvuliga spennandi dyst, har fyrsta oddaliðið í ár skal royna at byggja uppá góðu byrjanina. Dysturin kann koma at gerast ein ábending um kappingarárini hjá hesum liðunum og møguleika teirra í oddastríðnum. 

Til ber at fylgja gongdini í dystunum beinleiðis á forsíðuni á Portalinum. Eftir dystirnar taka vit saman um og geva eitt yvirlit. Til ber at síggja dystirna í 2. umfari á Rás 1 hjá Televarpinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder