Liverpool, Manchester City og Tottenham komu øll frá byrjan við sigrum. Tað var sannførandi hjá liðunum, ið stríddust um meistaraheiti til tað síðsta í fjør, meðan Tottenham hevði tógvið stríð av uppflytarunum, Aston Villa. Tvey Harry Kane-mál til endans gjørdu tó munin.
Í dag skal Arsenal royna at fáa eina góða byrjan; spenanndi liðið hjá Unai Emery er favorittur í Newcastle, ið hevur havt eitt summar við rumbli. Tann dysturin, eins og dysturin í Leicester, byrjar nú klokkan 14.00.
(David Luiz er nú Arsenal-leikari - Mynd: EPA)
Á pappírinum størsti dysturin í umfarinum byrjar klokkan 16.30. Tað eru tó tvey lið við nógvum spurnarteknum knýtt at sær, ið hittast.
(Ole Gunnar Solskjær fer undir sítt fyrsta fulla kappingarár sum United-venjari - Mynd: EPA)
Manchester United megnaði ikki at røkka topp-fýra í fjør, og ivasamt er, um liðið er nóg gott at røkka hesum í ár heldur. Tað eydnaðist ikki at styrkja um miðvøllin og álopskenda partin, áðrenn flytingarvindeygað stongdi, og Paul Pogba tykist ikki at ynskja at spæla fyri felagið longur. Venjarin hevur mestum bara royndir á økinum í Noreg, og hóast eina góða byrjan hjá Solskjær, so gekk tað skjótt og ógvusligt niðureftir seinastu mánaðirnar áðrenn summarsteðgin.
(Teir eru báðir legendur sum leikararí sínum feløgum, men hava nógv at prógva sum venjarar)
Frank Lampard hevur bert eitt ár sum høvuðsvenjari; nú hevur hann fingið handað møguleikan at standa odda fyri sínum gamla felagið. Hann var nær við at føra Derby upp í Premier Legue; nú er avbjóðingin at standa á odda fyri einum liðið, sum hevur mist Hazard, og sum ikki hevur fingið keypt inn í summar. Chelsea er, eins og United, á pappírinum veikari enn oddaliðini frá í fjør, men liðini skulu nú prógva, at tey kunnu vera við.
(Frank Lampard er aftur í Chelsea - hesaferð er hann ovasti maður á brúnni - Mynd: EPA)
Dysturin í dag kann gerast ein nýggj góð byrjan fyri Lampard ella Ole Gunnar Solskjær, ið áður hava dystast ímóti hvør øðrum fyri hesi feløgini
Premier League 1. umfar
11/8:
14.00:
Leicester - Wolves
Newcaslte - Arsenal
16.30:
Manchester United - Chelsea
9/8:
Liverpool - Norwich 4-1 (4-0)
Sjálvmál 1-0
Mohammed Salah 2-0
Virgil Van Dijk 3-0
Divock Origi 4-0
Teemu Pukki 4-1
10/9:
West Ham - Manchester City 0-5 (0-1)
Sjálvmál 0-1
Raheem Sterling 0-2
Raheem Sterling 0-3
Sergio Aguero (br.) 0-4
Raheem Sterling 0-5
Bournemouth - Sheffiel United 1-1 (0-0)
Burnley -Southampton 3-0 (0-0)
Crystal Palace - Everton 0-0
Watford - Brighton 0-3 (0-1)
Tottenham - Aston Villa 3-1 (0-1)
John McGinn 0-1
Tanguy Ndombele 1-1
Harry Kane 2-1
Harry Kane 3-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald