Eftir lutakastið til Champions League var lítil steðgur í Nyon, og síðani var klárt til Europa League-lutakastið. Eisini har skuldi greiða fáast á, hvussu spælt verður í fjórðingsfinaluni. Soleiðis háttaði lutakastið seg:
Arsenal - Napoli
Villarreal - Valencia
Benfica - Frankfurt
Slavia Prag - Chelsea
Eins og í Champions League varð trekt lut um, hvussu hálvfinalurnar kunnu koma at síggja út:
Hálvfinalurnar:
Arsenal/Napoli - Villarreal/Valencia
Benfica/Frankfurt - Slavia Prag/Chelsea
Áhugavert er, at Arsenal og Chelsea ikki kunnu hittast fyrrenn í einari møguligari finalu. Arsenal skal tó ígjøgnum sera torførar uppgávur, og sterka Napoli-liðið er fyrsti snávingarsteinurin. Liðini hava fyrr spælt í Champions League-bólkaspælinum, har tey vunnu hvør sín dyst 2-0. Í Spania er lagt upp til brak, tá Villareal og Valencia hittast.
Chelsea hevur ein nakað lættari veg til finaluna, men skal fyrst framvið Slavia Prag, ið á dramtiskan hátt sló Sevilla út av kappingini í gjárkvøldið.
Fjórðingsfinalurnar í Europa League verða leiktar 11 og 18. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald