Fótbóltur

Stórdystur í Klaksvík seinnapartin

Spennandi dystir eru í Betrideildini í dag, og tað kann gerast uppaftur meira tætt í oddinum.

EBS/Skála er á vitjan í Gundadali; HB vitjar við Djúpumýru 
(Mynd: Jens Kr. Vang)

EBS/Skála er á vitjan í Gundadali; HB vitjar við Djúpumýru (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-30 09:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í fremstu kvinnudeildini eru á skránni í dag: 

4. umfar
12.30: B36 - EBS/Skála
15.00: KÍ - HB

Lagt er upp til ógvuliga spenanndi uppgerð í Klaksvík. Undan kappingárinum varð væntað, at hesi bæði liðini fóru at kappast um FM. KÍ hevur vunnið báðar sínar dystir higartil; HB tapti seinasta vikuskifti óvæntað móti grannunum. Í 1. umfari í steypakappingini í miðvikuni vunnu bæði liðini. Dysturin kann av álvara fáa týdning í oddastríðnum, hóast tað er tíðliga á árinum.

Í Gundadali vitjar greipuvinnarin seinastu árini. EBS/Skála verður allarhelst ikki íblandað í oddastríðið í ár, men B36 vísti styrki fyri viku síðani við at vinna á HB.

Støðan undan dagsins dystum:

1
 
3
2
0
1
5
2
+3
6
2
2
2
0
0
3
1
+2
6
3
2
1
0
1
5
2
+3
3
4
 
3
1
0
2
3
4
-1
3
5
 
2
0
0
2
1
8
-7
0

Talva: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder