Fótbóltur

Stórfeløg stríðast um at koma víðari í næststørstu evropeisku kappingini

Manchester United hevur helst ein lítlan fyrimun undan seinna dystinum, sum byrjar klokkan 20 í kvøld. Lagt er upp til fleiri spennandi avgerandi dystir í kvøld.

United móti Barcelona - Rashford móti Lewandowski. Tað endaði 2-2 í fyrra dystinum millum liðini (Mynd: EPA)

United móti Barcelona - Rashford móti Lewandowski. Tað endaði 2-2 í fyrra dystinum millum liðini (Mynd: EPA)

2023-02-23 15:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki tann størsta kappingin í Evropa, men tað er tann næststørsta hjá UEFA, og í ár eru nógv stór og/ella spenanndi evropeisk feløg millum tey seinastu 24.

16 av teimum skulu í kvøld spæla um rættin at koma víðari; talan er um tey átta liðini, sum endaðu nummar tvey í bólkaspælunum og teir átta trý'ararnar úr Champions League-bólkaspælinum. Liðini sum vunnu sín bólk í Europa League - so sum Arsenal - hava frí hetta umfarið.

Tann størsti dysturin í kvøld er tann á Old Trafford. Barcelona og Manchester United spældu ein góðan dyst í síðstu viku og vilja leggja nógv fyri at royna at vinna hesa kappingina.

Barcelona hevur søguliga yvirtakið, hóast United hevur vunnið nakrar "stórar" sigrar á katalanska felagnum. Í kvøld liggur favorittleikluturin hjá United. Tað hongur millum annað saman við, at liðið hjá ten Hag er á heimavølli og hevur Martinez og Sabitzer tøkar aftur (høvdu leikbann í síðstu viku), og at miðvallartalentini hjá Barcelona Pedri og Gavi eru úti í kvøld; orsakað av ávíkavist skaða og leikbanni.

Talan er tó um oddaliðið í La Liga, og lagt er upp til ógvuliga spennandi dyst - eins og tað er fleiri aðrustaðni í Evropa.

FC Midtjylland fekk óvæntað javnleik í Lissabon í síðstu viku og kann spæla seg víðari við sigri á Sporting í Herning í kvøld. Juventus fekk bert javnleik á heimavølli móti Nantes, og italska stórfelagið er í eitt slag av kreppi - ein sigur skal til í Fraklandi í kvøld. José Mourinho og Roma skulu venda tapi í fyrru uppgerðini við víðari luttøku í kvøld.

Europa League 1/16-finalur

Fyrru 1/16-finalurnar, hósdagin 16. februar

Ajax - Union Berlin 0-0
Barcelona - Manchester United 2-2 (0-0)
Bayer Leverkusen - Monaco 3-2 (0-1)
Juventus - Nantes 1-1 (1-0)
RB Salzburg - Roma 1-0 (1-0)
Sevilla - PSV 3-0 (1-0)
Shakhtar Donetsk - Rennes 2-1 (2-0)
Sporting CP - FC Midtjylland 1-1 (0-0)

Les eisini: 
Barcelona og Manchester United stóðu fyri undirhaldi

Seinnu 1/16-finalurnar - í kvøld, hósdagin 23. februar

17.45:
FC Midtjylland - Sporting (1-1)
Monaco - Leverkusen (2-3)
Nantes - Juventus (1-1)
PSV - Sevilla (0-3)

20.00: 
AS Roma - RB Salzburg (0-1)
Manchester United - FC Barcelona (2-2)
Rennes - Shakhtar (1-2)
Union Berlin - Ajax (0-0) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder