Hondbóltur

Stórfingin móttøka av U20-landsliðnum

Tóku ímóti U20 monnunum á Vaglinum seinnapartin.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-07-18 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var hópur av fólki á Vaglinum í góðveðrinum seinnapartin, tá dreingirnir á U20-landsliðnum vórðu heiðraðir fyri góðu plasseringina millum teir bestu í Europa – og fyri at hava vunnið sær pláss í heimsmeistarakappingini næsta ár.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði m.a., at hann var os stoltur av teimum, at tað næstan ikki kann sigast við orðum. Tí enn einaferð gongur sjón fyri søgn, at teir eru nakað heilt serligt.

- Vit kunnu øll vera glað og errin í dag, tí tit eru okkara landslið! Tit eru tað besta, Føroyar kunnu senda út í heim at umboða okkum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a., tá hann tók ímóti unga landsliðnum á ráðhústrappuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder